Skriva út
Lagt út: 05.04.2020

Treytir fyri stuðli til COVID-19 verkætlanir

Granskingarráðið hevur saman við fleirivinnufyritøkum sett upp til 3.070.000 kr. av til hetta økið. Hvør játtan kann vera upp til 500.00 tkr.

Umsóknirnar verða mettar, so hvørt tær koma inn, og svar kann væntast innan fáar dagar.

Tað ber til at søkja stuðul til:

  • Løn til umsøkjara og onnur fólk, sum arbeiða við verkætlanini,

  • Rakstrarútreiðslur,

  • Minni útgerð (upp til DKK 50.000),

  • Fyrisitingarligar útreiðslur (í mesta lagi 5% av samlaðu fíggjarætlanini).

Krøv til umsóknir

Umsóknin skal hava eina neyva lýsing av verkætlanini, í mesta lagi 2 síður, á føroyskum, donskum ella enskum. Lýsingin skal innihalda eina grundgeving fyri, hví verkætlanin hevur bráðskund, hvat íkast verkætlanin kann geva í mun til at bøta um átrokandi heilsuligar avleiðingar av korona farsóttini ella hvussu vitanin kann gagnnýtast í mun til at styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini. Tað er einki oyðublað til endamálið.

Ein fíggjarætlan skal leggjast við, har tað stutt verður greitt frá útreiðslunum, sum søkt verður um stuðul til. Dømi um løn til granskarar (VIP) og granskingarhjálparar (TAP) finst her.

CV hjá verkætlanarleiðara skal leggjast við, í mesta lagi 3 síður.

Vanligu treytirnar hjá Granskingarráðnum fyri stuðli eru galdandi. Tað merkir m.a. at lønir skulu fylgja almennu sáttmálunum, allar útreiðslur skulu kunna skjalprógvast, og frágreiðing og roknskapur skulu latast inn aftaná. Eisini er galdandi, at møguligur stuðul verður fluttur til stovnin at umsita, har verkætlanarleiðari er í starvi.

Umsóknin við fylgiskjølum skal savnast í eitt pdf skjal og sendast við telduposti til gransking@gransking.fo