Sálarheilsan hjá føroyskum arbeiðstakarum undir COVID-19 átøkunum
Verkætlanarleiðari Annika Helgadóttir Davidsen
Stutt lýsing Endamálið við hesari kanning er at lýsa, hvussu frástøðan og avbyrgingin í samband við COVID-19 ávirkar sálarliga arbeiðsumhvørvið og sálarheilsuna hjá løntakarum. Harumframt ynskja vit at varpa ljós á, hvussu fólk handfara serligu arbeiðsstøðuna, hvørs treytir eru heilt øðrvísi enn tær, vit vanliga kenna.
Tíðarskeið 01.04.2020 - 30.06.2021 (Verkætlan lokað)
Toymi Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Stuðlar COVID-19 átakið hjá Granskingarráðnum
Samband annika@health.fo
Les meira