European Research Council
Evropeiska Granskingarráðið (ERC) hevur fimm stuðulsskipanir, sum veita stuðul til granskaran alt eftir, hvar á yrkisleiðini viðkomandi er.
ERC veitir stuðul til slóðbrótandi og dygdargóða gransking, samstundis sum hetta er skráin, sum leggur doyðin á lívsrenslið hjá granskaranum. Tað eru m.a. fleiri Nobel prísmóttakarar, sum hava "ERC grant" á sínum lívsrensli.
Stevnan hjá ERC er at leggja lunnar undir dygdargóða gransking í Evropa. Stuðul verður veittur í kapping og latin til gransking innan eitt og hvørt evni og granskingarøki, sum verður avrikað við dygdargóðsku.
Umframt at fíggja gransking, hevur ERC sett sum mál at styrkja og tillaga evropeisku granskingarskipanirnar. Hetta verður gjørt við hágóðsku javnlíkameting, altjóða avrikaroyndum og dagførdum upplýsingum um, hvør granskari eydnast og hví. Ætlanin er at henda tilgongdin skal stuðla undir avriksmátingar á universitetum og granskingarstovnum, og kveikja áhugan fyri at menna strategiir við endmáli at samanbera við onnur og verða virkin altjóða viðspælari.
ERC væntar, at avbjóðingin, sum klókastu høvdini í Evropa fáa í kappingini, vil fremja nýggj og óvæntað vísinda- og tøknilig gjøgnumbrot, sum fara at verða grundalag undir nýggjum framsøknum ídnaði og marknaðum.
Danska Uddannelses- og Forskningsministeriet hevur gjørt faldara um ERC. Vitja síðuna og tak faldaran niður her