Skriva út
Lagt út: 06.03.2023

Felagsnevnd fyri Havsins áratíggju arbeiði í GL/FO/DK

Í døgunum 6. og 7. februar 2023 skipaði DMI fyri fundi í København fyri umboðum úr Grønlandi, Føroyum og Danmark um eina felagsnevnd fyri arbeiðið við Havsins áratiggju fyri Grønland, Føroyar og Danmark.

Arbeiðssetningurin er her

Ein nevnd við 23 umboðum er sett at samskipa arbeiðið hjá øllum áhugapørtum.

Úr Føroyum eru trý umboð:

Annika Sølvará frá Granskingarráðnum
Jóhanna Lava Køtlum frá Fiskaaling
Karin Margretha Húsgarð Larsen frá Havstovuni

Tað eru 9 evnisbólkar við umboðum frá viðkomandi stovnum og myndugleikum. Sí meira á felags heimasíðuni Havets Tiår