Skriva út
Lagt út: 22.11.2021

Granskingarkarmar og reglur

Ásetingar um persónsdátuvernd eru í Løgtingslóg um vernd av persónupplýsingum. Her er myndugleikin Dátueftirlitið. Á heimasíðu teirra er vegleiðing um viðgerð av persónupplýsingum í granskingarverkætlanum og ábyrgdarbýti í hesum sambandi. Vegleiðing um viðgerð av persónupplýsingum til granskingarendamál frá Dátueftirlitinum er her.

Ásetingar um vísindasiðsemi í sambandi við gransking á heilsuøkinum eru ásettar í Lov om et videnskabsetisk komitésystem og behandling af biomedicinske forskningsprojekter. Her er myndugleikin Vísindasiðseminevndin. Vegleiðing um umsóknir til Vísindasiðseminevndina er her.

Reglur um góðan granskingarsið og etikk, sum ikki eru lógarfestar í Føroyum, eru eisini galdandi.

Góð ráð úr útheiminum

Reglur og kunning um mannagongdir o.l. í sambandi við krøv og karmar fyri gransking kunnu eisini fáast úr útheiminum.

Í Danmark er Forskerportalen.dk ein góð kelda. Har eru upplýsingar um løgfrøðiligar og etiskar spurningar, ið eisini eru viðkomandi fyri føroyska gransking. Tilfar er um akademiskt frælsi, granskingaretikk, granskingarsamstarv, løgfrøðilig mørk fyri gransking, útgávu og rættindi til gransking.

Granskaraportalurin er mentur av Udvalget til Beskyttelse af Videnskabeligt Arbejde (UBVA), sum røkir áhugamál í sambandi við upphavsrætt og patent.

Í Noreg er síðan hjá De nasjonale forskningsetiske komiteene ein góð kelda. Har eru almennar og faktengdar granskingaretiskar leiðreglur. Eisini er eitt greinasavn um granskingaretikk býtt á evni.

Í Svøríki hevur Centrum för forsknings- & bioetik (CRB) á Uppsala Universitet eitt CODEX við upplýsing um reglur og leiðreglur.