Skriva út
Lagt út: 07.01.2021

Fjúrtan nýggir ph.d.-arar í 2020

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava fjúrtan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2020. Átta av hesum verkætlanunum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

4. januar vardi Bárður Hofgaard Joensen ph.d.-ritgerð sína á University of York. Ritgerðin kallast: "How event-based memories change as a function of forgetting and consolidation". Les meira her

21. februar vardi Tróndur J. Kragesteen ph.d.-ritgerð sína á DTU. Ritgerðin kallast: “Lice management in salmon Aquaculture - Using the Faroe Islands as a case site”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

5. mars vardi Turið Hammer ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “Inflammatory Bowel Diseases in the Faroe Islands.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

27. apríl vardi Anna Katrina Jógvansdóttir Gradel ph.d. ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast “Factors Driving the Variation in Absorption of Subcutaneously Administered Insulins”. Les meira her

14. mai vardi Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu ph.d.-ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: ”Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

4. juni vardi Sissal M. Rasmussen ph.d.-ritgerð sína á Syddansk Universitet. Hon hevur eisini verið innskrivað á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

14. august vardi Ása Jacobsen ph.d.-ritgerð sína við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: "Exploring potential causes of gaping in salmon (Salmo salar L.) fillets." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

9. oktober vardi Louise M. Carlsen ph.d.ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: "Teachers’ Practice and Knowledge on School Algebra with CAS". Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

9. oktober vardi Torkil Kollsker ph.d.-ritgerð sína á DTU. Ritgerðin kallast: ”Mathematical Models and Algorithms for Optimisation of the LEGO Construction Problem”. Les meira her

23. oktober vardi Sigurd F. Christiansen ph.d.-ritgerð sína á Aarhus Universitet. Ritgerðin kallast: "Sea Spray Aerosols: Formation and Cloud Forming Potential". Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

30. oktober vardi Rannvá Danielsen ph.d.-ritgerð sína við Háskula Íslands. Ritgerðin kallast: "Fishing for Sustainability: Essays on the Economic, Social and Biological Outcomes of Fisheries Policy in the Faroe Islands”. Les meira her

30. oktober vardi Marni Tausen ph.d.-arbeiði sítt í bioinformatik á Aarhus Universiteti. Ritgerðin kallast: “Genetic analysis and image-based phenotyping of white clover”. Les meira her

1. desember hevur Annika Christensen lokið ph.d.-prógv við University of Leeds. Ritgerðin kallast: “Ballads in Contemporary Faroese Culture”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum.

18. desmeber vardi Benjamin N. Jacobsen ph.d.-arbeiðið sítt við University of York. Ritgerðin kallast: "Mediated Memories in the Age of the Algorithm”. Les meira her

Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin

Fleiri ph.d.-ritgerðir eru tøkar talgilt her

Vit hava eisini ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast “Føroysk ph.d.lesandi”, har til ber at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo

GG: Greinin er dagførd 8. januar 2021

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.