Skriva út
Lagt út: 15.05.2020

Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu vart ph.d. á Setrinum

Hósdagin 14. mai vardi Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu ph.d.-ritgerð sína um kortlegging av sildaarvastronginum og mening av arvafrøðiligum stovnsumsitingaramboði.

Sunnvør hevur verið innskrivað á Fróðskaparsetrinum og hevur arbeitt hjá Amplexa Genetics í iNOVA.  Svein-Ole Mikalsen, professari á Náttúruvísindadeildini, og Hans Atli Dahl, granskari á Amplexa Genetics, hava verið vegleiðarar. Verkætlanin er fíggjað av Granskingarráðnum, Fiskivinnugransking, Felagnum Nótaskip, Statoil Føroyar ogInnovationsfonden

Í metingarnevndini vóru Tom Gilbert, professari, Københavns Universitet, Bent Petersen, lektari Københavns Universitet og Einar Eg Nielsen, professari, DTU.

Verjan fór fram umvegis netið. Hetta er fyrstu ferð tað varð roynt í Føroyum. Sunnvør var sjálv í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum saman við øðrum vegleiðaranum, umboðum fyri Setrið og nærmastu familjuni. Metingarfólkini og hin vegleiðarin vóru í ávikavist Danmark og Grønlandi. Hetta riggaði eftir umstøðunum væl, hóast løtan ikki gjørdist eins hátíðarlig, sum hon plagar at vera til verjur í Føroyum. Verjan varð stroymd og nógv fólk fylgdu við.

Ritgerðin kallast: “Sequencing the North Atlantic herring (Clupea harengus) genome and development of a genetic stock management tool.” Hon kann lesast her

Les meira um Sunnvør í Heilagrunninum

Á myndini frá vinstru: Hanna Klettskarð, Tummas Theodor Tómassson, Sunnvør Klettskarð í Kongsstovu, Jógvan Pauli í Kongsstovu og Andrea M. Gaard.

Samandráttur av ritgerðini

Seinastu árini hava størri mongdir av uppsjóvarfiski verið í føroyskum sjógvi enn áður, til dømis sild (Clupea harengus L.). Hetta hevur ført við sær, at stórar broytingar hava verið í føroysku fiskivinnuni. Avreiðingarvirðið á hesum fiski er høgt og samfelagsbúskapurin er vaksin nógv, tí er áhugi í at vita meira um sild.

Í hesi verkætlan hava vit hugt nærri at lívfrøðini hjá sild við at brúka arvafrøðilig háttaløg. Arvafrøðilig háttaløg (so sum sekvensering) eru vorðin bíligari seinastu árini, og tí hava tey fingið størri rúmd í granskingarheiminum. Henda verkætlan hevur verið við til at skapa grundarlag fyri slíkari gransking í Føroyum. Í høvuðsheitum komu vit fram á fylgjandi úrslit.

Arvastrongurin (genomið) hjá sild var lisin og settur saman. Okkara úrslit vóru samanborin við úrslit hjá øðrum granskarum, sum eisini høvdu sett sildaarvastrongin saman. Samanberingarnar vístu, at vit høvdu endurskapt samansetingina av arvastronginum hjá sild. Við at sameina hesar báðar samansetingar, fingu vit eina enn betri samanseting av arvastronginum.

Góðskan á samansetingini varð kannað við millum annað at greina connexin ílegufamiljuna. Í hesum sambandi komu vit fram á annað áhugavert úrslit. Vit funnu ósamsvar millum frámerking av hesi ílegufamilju í ymiskum fiskasløgum. Tí hugdu vit nærri at frámerking av hesi ílegufamilju í 9 ymiskum fiskasløgum. Henda kanning vísti, at tað eru nógvir feilir í frámerkingini av hesi ílegufamiljuni í fiski, og at tað er ikki samsvar ímillum, hvussu ílegurnar vóru navngivnar í teimum ymisku fiskasløgunum. Við at fylgja reglum hjá navnagevingarnevndum, komu vit við einum tilmæli um, hvussu hesar ílegur áttu at verið navngivnar.

Arvastrongurin hjá einstøkum sildum var eisini lisin og arvalig avvik (SNPar) funnin. Síðan varð leitað eftir sambandi ímillum lívfrøðiligar funktiónir og hesar SNPar. Fyrst leitaðu vit eftir sambandi ímillum SNPar og kyn, tá funnu vit seks øki á sildaarvastronginum, ið kunnu setast í samband við kynið á fiskinum. Tað vísti seg, at um sildin hevði einsykin avvik á hesum økjum, vóru tær kvennkyn, meðan kallfiskarnir høvdu hinsykin avvik. Tó var ikki møguligt at siga, hvør ílega á hesum økjum ávirkar kynið á sildini.

Eisini nýttu vit arvalig avvik til at finna arvaligan mun millum fýra sildastovnar, ið gýta í føroyskum, íslendskum, norskum og hetlendskum sjógvi. Hesir sildastovnar eru tann føroyska heystgýtandi sildin, íslendska summargýtandi sildin, norðhavssildin og norðsjóvarsildin. Úrslitini vístu, at íslendski, norski og hetlendski stovnarnir eru arvaliga ólíkir, meðan tann føroyski stovnurin líkist sera nógv íslendska stovninum, men ikki hinum. Vit framleiddu eitt ‘SNP panel’ til at áseta hvørjum stovni ein sild kemur úr. Hetta panelið var roynt, men neyvleikin var ikki góður, tí trupult var at síggja mun á føroysku sildunum og íslendsku sildunum. Tá vit løgdu íslendsku og føroysku sildirnar í sama bólk, kundu vit við 89% neyvleika áseta, hvørjum av teimum trimum stovnunum ein sild var úr. Hetta arbeiði er ikki liðugt, men úrslitini kunnu nýtast í stovnsumsiting av sild og skipan av burðardyggum sildafiskiskapi við Føroyar.