Skriva út
Lagt út: 21.02.2020

Tróndur Kragesteen vart ph.d. á DTU

Tróndur J. Kragesteen hevur í dag vart ph.d.-arbeiði sítt á DTU Aqua. Heitið á ph.d.-verkætlanini er: “Minking av lúsapláguni i føroysku alivinnuni”

Høvuðsvegleiðari hjá Tróndi var Ken H. Andersen, professari við DTU Aqua, og hjávegleiðarar vóru Andre W. Visser og Knud Simonsen.

Í metingarnevndini vóru Niels Lorenzen, professari á DTU Aqua, Dr. Alexander Murray, Marine Scotland Science og Anne Dagrun Sandvik, granskari á Institute for Marine Research, Norway.

Tróndur hevur lagt serligan dent á at skilja og stýra spjaðing av smittu í alihøpi. Serliga laksalúsin (Lepeophtheirus salmonis) er ein týðandi forðing fyri framhaldandi vøkstri í laksaídnaðinum á norðurhálvuni. Átøk mótvegis laksalúsini kunnu hava neiligt árin fyri umhvørvið og eru kostnaðarmikil, eisini tá hugsað verður um nýggjari ikki-kemiskar viðgerðir.

Tað er avgerandi fyri alivinnuna eftir burðardyggum leisti at hava tamarhald á laksalúsini. Bio-fysisk model hava aðrastaðni verið nýtt sum amboð at meta um smittu millum alibrúk smittutrýstið á villum fiskastovnum og. Dynamisk model hava eisini verið ment, fyri at spáa um lúsatilgongdin í alibrúkum, men úrslitini av hesum hava verið skiftandi.

Tróndur Kragesteen hevur megnað at tvinna bio-fysiska modelering fyri lúsamenning og bio-økonomisk model, ið kunnu greina búskaparliga vinningin við ymiskum strategium at basa lúsini. Endamálið er at framleiða ein leist, sum kann finna fram til ta strategiina fyri lúsabasan, ið loysir seg best.

Tróndur starvast á Fiskaaling, har hann framhaldandi fer at granska í spjaðing av laksalýs. Hetta verður skipað sum ein post doc, sum er stuðlað av Granskingarráðnum. Ph.d.-verkætlanin var eisini stuðlað av Granskingarráðnum. Sí Stuðulsyvirlitiði 

Á myndini eru Tróndur Kragesteen, vegleiðarar og metingarfólk. (c) Jón Kragesteen.

Kelda: fiskaaling.fo