Skriva út
Lagt út: 04.06.2020

Sissal M. Rasmussen vart ph.d. um máltøku hjá børnum

Hósdagin 4. juni vardi Sissal M. Rasmussen ph.d.-ritgerð sína um máltøku hjá føroyskum børnum við serligum denti á orðfeingi.

Ritgerðin eitur "Færøske børns tidlige ordforrådstilegnelse – Adaption og normering af en færøsk version af MB-CDI-forældrerapporter."  Lesið ph.d.-ritgerðina her.

Hon hevur verið innskrivað á Institut for Sprog og Kommunikation, Det Humanistiske Fakultet, Syddansk Universitet, og á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Í metingarnevndini vóru Anna Sara Hexeberg Romøren, lektari á Oslo Metropolitan University, Mårten Eriksson, professari á University of Gävle og Laila Kjærbæk, lektari á Syddansk Universitet, sum eisini var forkvinna í nevndini.

Dorthe Bleses, professari á Aarhus Universitet, hevur verið høvuðsvegleiðari, meðan Hjalmar P. Petersen, professari á Føroyamálsdeildini og Zakaris Svabo Hansen, námslektari á Føroyamálsdeildini, hava verið hjávegleiðarar.

Verjan fór fram umvegis netið. Sissal var sjálv stødd í Kongshøll saman við føroysku vegleiðarunum og eini 40 áhoyrarum, meðan danski vegleiðarin og metingarnevndin  vóru í Danmark, Noregi og Svøríki. 

Bergur D. Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, bjóðaði vælkomin. Síðani fekk Sharon Millar, deildarleiðari á Institut for Sprog og Kommunikation, orðið og leiddi restina av verjuni.

Sissal fekk fyrst ein hálvan tíma at leggja fram sína gransking. Hon greiddi frá amboðnum, sum hon hevur brúkt, MB-CDI, sum er eisini brúkt í øðrum londum. Hon legði dent á úrslitini, sum hon er komin fram til og vísti á møguleikar fyri víðari gransking.

Mårten Eriksson var fyrsti opponentur. Hann spurdi fyrst um týdningin av máli og máltøku og síðani neyvari m.a. um valið av MB-CDI amboðnum og nyttuvirðið av tí.

Anna Sara Hexeberg Romøren var annar opponentur. Hon nam fyrst við laku føroysku úrslitini í PISA kanningunum og spurdi, um hetta kann síggjast í granskingini hjá Sissal av málstøðuni hjá yngri børnum. Eisini spurdi hon um læruumhvørvið hjá børnum, eitt nú frá systkjum, foreldrum og ymsum miðlum, og um val av orðum í kanningunum.

Kjakið var áhugavert og flutti seg víða við samanbering við gransking í øðrum londum og til tørv á gransking og útbúgving í Føroyum.

Úr salinum varð spurt um lesivanar hjá føroyskum børnum samanborið við grannalondini, har føroysk børn lesa helvtina minni enn í grannalondum.

At enda var tað Laila Kjærbæk, forkvinna í metingarnevndini, sum tók samanum. Hon segði Sissal hava latið inn eina sera góða, væl skrivaða og ambitiøsa ritgerð, sum hevur stóran týdning bæði í Føroyum og altjóða. Hon segði talan vera um væl gjørt og umfatandi arbeiði. Hon metti, at tað vóru møguleikar fyri enn fleiri greiningum í hesum tilfarinum frameftir og nevndi nøkur av teimum økjum, sum hon helt kundu verið granskað meira, eitt nú sambandið millum læring av orðum og mállæru. Eisini varð nortið við munirnar í mongdum av orðum, sum føroysk børn møta, samanborið við børn í øðrum londum, og upprunan av hesum orðum, har føroysk børn í størri mun møta útlendskum orðum gjøgnum sjónvarp, teldur, spøl og bøkur. Tær umrøddu spurningar í sambandi við, í hvussu stóran mun føroysk børn eru tví- ella fleirmælt og á hvørjum aldursstigi tey eru tað. At enda varð spurt um ætlanir vóru at lata onnur sleppa framat innsavnaðum dátunum frá hesi verkætlanini, og hetta váttaði Sissal.    

Eftir ein steðg, har metingarnevndin umrøddi verjuna, kunngjørdi Sharon Millar,. at nevndin mælti til at lata Sissal M. Rasmussen ph.d.-heitið.

Bergur D. Hansen, dekanur, handaði síðani Sissal ph.d.-prógv frá Fróðskaparsetrinum.   

Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum, sí Stuðulsyvirlitið

Á myndini er Sissal M. Rasmussen saman við familjuni.