Skriva út
Lagt út: 01.11.2020

Rannvá Danielsen vart ph.d. um føroyskan fiskivinnupolitikk

Fríggjadagin 30. oktober vardi Rannvá Danielsen ph.d.-ritgerð sína við Háskula Íslands. Ritgerðin er um fíggjarligu, sosialu og lívfrøðiligu úrslitini av fiskivinnupolitikkinum í Føroyum.

Ritgerðin kallast: "Fishing for Sustainability: Essays on the Economic, Social and Biological Outcomes of Fisheries Policy in the Faroe Islands" og kann lesast her

Verjan fór fram á zoom. Rannvá Danielsen legði fyrst fram síni úrslit og síðani vóru spurningar og kjak við andmælingarnar.

Niðurstøðan hjá próvnevndini var, at Rannvá Danielsen við síni ritgerð og verju hevði staðið og skuldi fáa ph.d-heitið.

Um ritgerðina og metingina

Ritgerðin er sett saman av 4 vísindaligum greinum:

Fisheries policy in the Faroe Islands: Managing for failure? Marine Policy, 2018

Trawling for the Triple Bottom Line: Applying the Fishery Performance Indicators in the Faroe Islands, Góðkend til útgávu 2020

Perspectives: In Pursuit of the Three Pillars of Sustainability in Fisheries: A Faroese Case Study Marine Resource Economics, 2020

Analysing the fisheries policy reform in the Faroe Islands: On the path to sustainability? Environmental Science & Policy 90, 2018

Høvuðsvegleiðari hevur verið Sveinn Agnarsson, doktari og professari við Viðskiptafræðideild Háskóla Íslands.

Andmælingarnir vóru Natacha Carvalho, doktari á Joint Research Centre hjá Europa kommisiónini, og Niels Vestergaard, doktari og professari á Institut for Sociologi, Miljø- og Forretningsøkonomi á Syddansk Universitet.

Í metingarnevndini vóru Daði Már Kristófersson, doktari og professari við Hagfræðideild Háskóla Íslands og dr. Jingjie Chu, leiðandi búskaparfrøðingur í umhvørvis- og náttúrutilfeingisstýring hjá Heimsbankanum.

Gylfi Magnússon, dr. og professari og deildarforseti Viðskiptafræðideildar Háskóla Íslands leiddi verjuna.

Verkætlanin er fíggjað av SAF21, sum er verkætlan stuðlað av Marie Skłodowska-Curie MSCA-ETN skránni í Horizon 2020.