Skriva út
Lagt út: 17.04.2020

Ymisk árin av Korona skulu granskast

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til fýra verkætlanir afturat, sum skula granska í korona-tengdum viðurskiftum.

Størsta verkætlanin í hesum umfarinum, sum hevur fingið útivið eina hálva millión kr í stuðli, skal greina, um ílegusamansetingin hjá tí einstaka COVID-19 sjúklinginum ávirkar sjúkugongdina.

Hinar verkætlanirnar snúgva seg um árinið av COVID-19 á heilsustøðuna hjá 80 ára gomlum føroyingum, um árinið av øðrvísi skúlagongdini á fólkaskúlanæmingar og um árinið á trúarlívið.

Tær fýra verkætlanirnar, ið hava fingið stuðul í dag, hava fingið tilsamans 873.000 kr.

Stuðulin er býttur soleiðis:

Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19 smittuni?
Stuðul: 497.081 kr.
Verkætlanarleiðari: Noomi O. Gregersen, ph.d. FarGen/Ílegusavnið. Kliniskur ábyrgdarhavi: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Maria Skaalum Petersen og Magni Mohr. 
Verkætlanin verður knýtt at Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum
Stuðul: 135.438 kr.
Verkætlanarleiðari: Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Hendan verkætlanin er knýtt at ph.d.-verkætlanini, sum Eina H. Eliasen er í gongd við í løtuni.

Støðan hjá næmingum í “Koronaskúlanum”
Stuðul: 111.704 kr.
Verkætlanarleiðari: Katrin av Kák, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini.

Kristnilív heima: Hvussu tillaga kirkjur og samkomur í Føroyum seg í sambandi við COVOD-19 farsóttina
Stuðul: 129.185 kr.
Verkætlanarleiðari: Jan Jensen í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanin verður knýtt at ph.d.verkætlanini, sum Jan Jensen er í gongd við á University of Cambridge.

7 verkætlanir hava nú fingið tilsamans 1,5 millión í stuðli frá COVID-19 átakinum, sum Granskingarráðið hevur tikið stig til.

Tær fyrstu 3 játtanirnar vórðu latnar í hósdagin. Sí her

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Tilsamans umleið 3 mió. kr. eru tøkar til átakið.

Tað ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir. Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi.

Sí lýsingina her