Skriva út
Lagt út: 05.04.2020

Stuðul til átøk í sambandi við COVID-19

Granskingarráðið lýsti í apríl og mai 2020 við upp til 3.050.000 kr. í stuðli til  granskingarverkætlanir í sambandi við COVID-19. Stuðulin kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og fleiri vinnufyritøkum.

Korona farsóttin, sum herjar um allan heim, hevur við sær heilt óvanligar avbjóðingar bæði á heilsuøkinum og fyri alt samfelagið sum heild. Umframt heilsuligu avleiðingarnar hevur farsóttin eisini vinnulig, búskaparlig, sosial og skipanarlig ringárin, sum vit enn ikki kenna til fulnar. Stórur tørvur er á meira vitan, sum kann  bøta um átrokandi avleiðingar av farsóttini nú, og sum kann styrkja samfelagið til at standa ímóti stórum avbjóðingum í framtíðini.

Hvat kann søkjast til

Talan kann vera um stuðul til innsavning og skráseting av data, skipan av komandi granskingarverkætlanum og til granskingarverkætlanir. Hesar kunnu vera á øllum granskingarøkjum.

Hvør kann søkja

Stuðul kann latast til royndar granskarar ella granskingartoymi, sum annaðhvørt eru í gongd við eina verkætlan, sum kann tillagast ella víðkast til eisini at fevna um COVID-19 støðuna, ella sum taka stig til eina ítøkiliga COVID-19 tengda verkætlan.

Verkætlanirnar skulu kunna setast í gongd beinanvegin og skulu vera av slíkum slag, at vitan frá verkætlanunum verður gjørd atkomulig og skal kunna nýtast í líknandi støðum í framtíðini.

Tað er leypandi umsóknarfreist, umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn, og stuðul kann verða játtaður til tøka upphæddin er uppi.

Umsóknirnar skulu lýsa hugskot til verkætlanir og skulu í mesta lagi vera 2 síður, umframt eina yvirskipað fíggjarætlan. Spennið av játtanum kann hugsast at vera frá smáum upphæddum til størri verkætlanir.

Sí neyvari lýsing av treytum her

Umsóknir kunnu sendast til gransking@gransking.fo.

Hevur tú spurningar í sambandi við hesa lýsingina, kanst tú eisini ringja á 567800.

(Tann 14.2. varð boðað frá, at granskingarnevndin hevði gjørt av, at hendan stuðulsskipanin endaði)

Stuðlar

Hesar fyritøkur hava játtað stuðul til átakið:
Poul Michelsen samtakið 500.000 kr.
Bank Nordik 1.000.000 kr.
Tjaldur 30.000 kr. 
Articon 250.000 kr.
MEST 200.000 kr.
Magn 20.000 kr.
LÍV 50.000 kr.
Aðrar fyritøkur 20.000 kr. 

Fleiri fyritøkur hava boðað frá, at tær umhugsa fyrispurning okkara um at vera við, so tøka stuðulsupphæddin kann broytast.

Hevur tú spurningar i sambandi við luttøku í hesum átakinum ber til at ringja til okkara á 567800 ella at senda okkum boð við telduposti ella í boðum á Facebook. 

---

Granskingarnevndin gjørdi á fundi 13.5.2020 av, at enda lýsingina eftir COVID-19 umsóknum. Tøki peningurin er nærum uppi og mett verður, at stuðul er latin til flestu evni, sum vóru mett bráðneyðug at granska.

(Lagt út upprunaliga 6.4.2020, seinast dagført 14.5.2020)