Skriva út
Lagt út: 16.04.2020

Tríggjar COVID-19 granskingarverkætlanir fingið stuðul

Granskingarráðið hevur játtað stuðul til tríggjar verkætlanir, sum skulu granska ymisk viðurskifti í sambandi við korona-farsóttina í Føroyum. Verkætlanirnar snúgva seg um smittutøl og sjúkueyðkenni hjá føroyskum korona-sjúklingum, um leiklutin hjá serfrøðingum og myndugleikum og um undirvísingina í  fólkaskúlaleiðslunum.

Stuðulin til COVID-19 granskingina kemur frá Granskingargrunninum, Sjúkrakassagrunninum og frá fleiri vinnufyritøkum í Føroyum. Fimm fyritøkur hava higartil játtað tilsamans játtað umleið 2 mió. kr. til átakið, og Granskingarnevndin hevur sett 1 mió kr. av.

Verkætlanirnar, sum í fyrstu atløgu hava fingið játtað stuðul, eru:

Korona í Føroyum – kanningar av smittutølum, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum
Stuðul: 499.267 kr.
Verkætlanarleiðari: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen, Guðrið Andorsdóttir, og Debes H. Christiansen.

Leikluturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í eini kreppustøðu
Stuðul: 93.062 kr.
Verkætlanarleiðari: Heini í Skorini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Leiklutur og týdningur av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum í Covid-19 - tíðini.
Stuðul: 81.744 kr.
Verkætlanarleiðari: Kalpana  Vijayavarathan, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.

Vinnustuðul ger átakið møguligt 

Fyritøkurnar, ið hava stuðlað COVID-19 granskingini, eru: Poul Michelsen samtakið, Bank Nordik, Tjaldur, Articon og MEST. Sí yvirlitð á gransking.fo

Nakrar fyritøkur afturat hava boðað frá, at tær umhugsa fyrispurning okkara um at vera við, so tøka stuðulsupphæddin kann broytast.

Hevur tú spurningar i sambandi við luttøku í hesum átakinum ber til at ringja til okkara á 567800 ella at senda okkum boð við telduposti ella í boðum á Facebook.

Stuðul er enn tøkur

Tað ber enn til at søkja stuðul til korona-tengdar granskingarverkætlanir. Tað er eingin ávís freist ella umsóknarblað. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær verða móttiknar. Møguleikin heldur fram, til tøka játtanin er uppi.

Sí lýsingina her