Stuðulsmøguleikar
Tað ber til at søkja Granskingarráðið um fíggjarligan stuðul til fleiri sløg av verkætlanum. Eisini ber til at fáa ráð og vegleiðing til okkara stuðulsskipanir og til ymsar spurningar í sambandi við granskingarverkætlanir sum heild.
Umsóknir um stuðul skulu sendast gjørnum umsóknarportalin
Stuðul til gransking úr Granskingargrunninum
Eina ferð um árið, 15. februar, ber til at søkja stuðul til granskingarverkætlanir, sum kunnu vera styttri og longri. Opið er fyri øllum fakøkjum. Verkætlanarleiðarin, sum er tann sum søkir, skal í minsta lagi hava eina kandidatútbúgving. Søkjast skal saman við stovni ella virki. Stuðul kann latast til løn samsvarandi galdandi sáttmálum, til rakstrarútreiðslur og til rakstrargjøld.
Granskingargrunnurin fær árliga játtan á fíggjarlógini at lata til stuðul, í 2022 er játtanin 7,5 mill. kr.
Les meira um Granskingargrunnin her
Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi
25,5 mió. kr. eru settar av á donsku fíggjarlógini í 2020-2023 til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi við serligum atliti til broytingar í veðurlagnum.
Ætlanin við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann vera við til at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýti millum ovaru og djúparu løgum í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan.
Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking, og tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini.
Les meira um stuðul til havgransking her
Stuðul til vísindaligar útgávur
Stuðul kann latast til javnlíkamettar vísindaligar útgávur. Tað er serliga til open access greinar og til bøkur. Til bøkur kann stuðlast við upp til einum triðingi av prentkostnaðinum og til greinar, upp til kr. 8.000. Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum.
Les meira um útgávustuðul her
Stuðul til at skriva Horizon umsóknir
Fyritøkur og stovnar, sum søkja stuðul frá Horizon, kunnu søkja um fíggjarligan stuðul til endurrindan av pørtum av útreiðslunum, sum tey hava av umsóknararbeiðinum. Stuðulin er í mesta lagi kr. 35.000 og kann latast til umsóknir, har tað eru fleiri partar við í umsóknini. Stuðulin er treytaður av tøkari játtan av fíggjarlógini.
Í løtuni er eingin fígging tøk til hesa stuðulsskipan.
Les meira um Horizon stuðul her
Stuðul til heilsugransking og onnur heilsumennnadi átøk úr Sjúkrakassagrunninum
Tað hevur borið til at søkja stuðul til átøk og verkætlanir á heilsuøkinum. Nú er eingin peningur eftir á hesum øki, men stuðlaðar verkætlanir eru í gongd.
Frá Høvuðsøki 1 bar til at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg kundu søkja. Her var eingin umsóknarfreist, umsóknir vórðu viðgjørdar leypandi.
Frá Høvuðsøki 2 bar til at fáa stuðul til gransking á ávísum økjum á heilsuøkinum. Krøvini vóru sera lík teimum, sum verða sett til stuðul úr Granskingargrunninum. Onkur munur var tó: Allur stuðul, sum fæst úr Sjúkrakassagrunninum, skal brúkast í Føroyum. Seinasta umfar á Høvuðsøki 2 var 1. september og stuðul kunngjørdur 11. desember. 2019.
Les meira um Sjúkrakassagrunnin her
Stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir
Føroyskar fyritøkur kundu søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir úr skipan, sum er stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið hevur fingið úr Minningargrunninnum fyri Dánjal Niclasen. Játtan varð latin til 3 verkøtlanir í 2018. Í løtuni eru ikki fleiir pengar tøkir.
Les meira um vinnu ph.d.-stuðul her
Ráð og vegleiðing
Tað ber til at biðja um ráð og vegleiðing til omanfyri nevndu stuðulsskipanir frá Granskingarráðnum. Tað ber eisini til at biðja um eitt óbindandi prát um hugskot til verkætlanir ella um møguleikar á granskingarøkinum. Ring, skriva ella støkk inn á gólvið hjá okkum. Starvsfólkayvirlitið sæst her