Skriva út
Lagt út: 14.09.2022

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk

Við broytingini í frítíðarlógini á vári 2022 varð gjørt av at avtaka Frítíðargrunnin og lata fæ grunsins, ið er 10 milliónir kr., til Granskingarráðið at umsita.

Peningurin skal brúkast til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum sambært reglugerð, sum landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum hevur gjørt.

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Reglugerðin um stuðulin kann takast niður her.

Kanningar og gransking

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur gjørt av, at peningurin skal býtast soleiðis:

3 milliónir krónur verða settar av til smærri kanningarverkætlanir

Áhugafeløg og stovnar kunnu søkja um stuðul til kanningarverkætlanir, og til ber at søkja um millum 100.000 og 300.000 kr. Umsóknarfreist verður í fyrsta umfari 2 ferðir um árið, 1. nov. og 1. mai. Faknevndin viðger umsóknirnar á fundi í seinnu helvt av mai og fyrst í desember. 

7 milliónir krónur verða settar av til granskingarverkætlanir.

Granskarar kunnu søkja saman við granskingarstovnum í Føroyum. Freistin verður tann sama sum til stuðul til gransking, tað er 15. februar, og krøvini tey somu generelt, undantikið sjálvt fakliga økið, sum verður orðað við støði í reglugerðini.