Skriva út
Lagt út: 03.11.2021

Stuðul til gransking 2022

Til ber at søkja um stuðul til gransking frá Granskingargrunninum eina ferð um árið.

Umsóknarfreistin er 15. februar 2022, kl. 12.00 (á middegi) føroyska tíð. 

Stuðul kann latast til gransking, ið verður:

- framd av føroyskum granskara ella
- framd í samstarvi við føroyskan granskingarstovn ella
- mett at hava samfelagsligan týdning fyri Føroyar

Stuðul kann latast verkætlanum við grund- og nýtslugransking:

- Ph.d.-verkætlanum
- Verkætlanum, sum eru longri enn 6 mánaðir
- Vinnuligum granskingarverkætlanum

Tað er ein fyrimunur, at tann einstaka verkætlanin styrkir føroyska granskingarumhvørvið við:

- dátum og varandi vitan og førleikum
- samstarvi millum fleiri granskarar/granskingarstovnar og/ella vinnufyritøkur
- altjóða samstarvi og flytføri

Tað er krav, at:

- í minsta lagi 1/3 verður fíggjaður av øðrum enn Granskingargrunninum. Er talan um vinnuverkætlan, so er kravið í minsta lagi 1/2 viðfígging.

Minstamark fyri stuðli til eina verkætlan er 300.000 kr. Einki loft er fyri samlaðu fíggjarætlanina, men játtan úr Granskingargrunninum fer sjáldan væl upp um 1 mió. kr.

Upp til 7,5 mió. kr. eru tøkar til stuðul í 2022. 

Vinarliga les krøv og vegleiðing í skjalinum Terms of reference, áðrenn umsóknin verður send.

Umsóknir um stuðul úr stuðulsskipanini skulu nágreiniliga lýsa ta verkætlan, sum stuðul verður søktur til. Eisini skulu umsóknirnar gjølla lýsa fakliga og vísindaliga førleika umsøkjarans. Umsøkjari skal skjalprógva sín fakliga førleika, fíggjartørv og aðrar viðkomandi upplýsingar, sum eru neyðugar fyri málsviðgerðina í nevndini.

Umsóknir skulu skrivast á enskum á umsóknarportalinum.

Mælt verður umsøkjara til at seta seg í samband við Granskingarráðið fyri at fáa ítøkiliga ráðgeving í sambandi við umsóknina.

Fyrivarni: Tøka upphæddin til stuðul er treytað av játtan á fíggjarlógini. (Dagføring 18. desember 2021: Upphæddin broytt frá 8,5 til 7,5 mó. kr. orsakað av broyting í mun til uppskot í samtyktu fíggjarlógini 2022.)

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.