Skriva út

Stuðulsmøguleikar

Tað ber til at søkja Granskingarráðið um fíggjarligan stuðul til fleiri sløg av verkætlanum. Eisini ber til at fáa ráð og vegleiðing til stuðulsskipanir frá Granskingarráðnum við at ringja +298 567800 ella senda ein teldupost til gransking@gransking.fo.

Umsóknir um stuðul skulu skrivast og sendast inn gjøgnum umsóknarportalin.

Vegleiðing og krøv til stuðulsskráirnar eru ymisk og síggjast á einstøku síðunum.

Hesar stuðulsskipanir eru í gildi í løtuni:

Stuðul til gransking úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan

Stuðul verður latin úr Grunninum fyri gransking, menning og nýskapan til styttri og longri granskingarverkætlanir á øllum fakøkjum. Umsóknarfreistin er 15. februar.  Verkætlanarleiðarin, sum er tann, sum søkir, skal í minsta lagi hava eina kandidatútbúgving. Søkjast skal saman við stovni ella virki. Stuðul kann latast til løn samsvarandi galdandi sáttmálum, til rakstrarútreiðslur og til rakstrargjøld.

Grunnurin fyri gransking, menning og nýskapan fær árliga játtan á fíggjarlógini at lata til stuðul, í 2023 er játtanin 7,5 mill. kr.

Les meira um stuðul úr Granskingargrunninum her.

Stuðul til havgransking í Norðuratlantshavi

Stuðul verður latin til gransking av havumhvørvinum í Norðuratlantshavi frá eini játtan á donsku fíggjarlógini. Settar eru 25,5 mió. kr. av í 2020-2023 til endamálið.

Ætlanin við granskingarskránni er at skapa økta vitan um havumhvørvið í Norðuratlantshavi, sum kann vera við til at finna loysnir á avbjóðingum serliga í sambandi við hitaflutning í havstreymum, uppbýti millum ovaru og djúparu løg í sjónum, útbreiðslu og vakstrarmøguleikar hjá fíggjarliga áhugaverdum fiskastovnum og havsúrgan.

Endamálið við granskingarskránni er eisini at menna samstarvið millum Føroyar, Grønland og Danmark um havgransking, og tað er tí ein treyt, at játtan verður latin til øll trý londini.

Les meira um stuðul til havgransking her.

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk

Stuðul verður latin til smærri kanningarverkætlanir og til granskingarverkætlanir, sum snúgva seg um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera verkætlanir, sum fevna um allan arbeiðsmarknaðin, og verkætlanir, sum hava serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Les meira um arbeiðsmarknaðarátøk her.

Stuðul til vísindaligar útgávur

Stuðul kann latast til javnlíkamettar vísindaligar útgávur. Tað er serliga til open access greinar og til bøkur. Til bøkur kann stuðlast við upp til einum triðingi av prentkostnaðinum og til greinar upp til kr. 8.000. Í øðrum lagi ber til at stuðla øðrum neyvari lýstum átøkum. 

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn. Les meira her.

Les meira um útgávustuðul her.

Hesar stuðulsskipanir er ikki í gildi í løtuni:

Stuðul til at skriva Horizon umsóknir

Fyritøkur og stovnar, sum søkja stuðul frá Horizon, kundu søkja um fíggjarligan stuðul til endurrindan av pørtum av útreiðslunum, sum tey høvdu av umsóknararbeiðinum. Stuðulin var í mesta lagi kr. 35.000 og kundi latast til umsóknir, har  fleiri partar vóru við í umsóknini. Umsóknir vórðu viðgjørdar, so hvørt tær komu inn.

Í løtuni er eingin fígging tøk til hesa stuðulsskipan.

Les meira um stuðul til Horizon umsóknir her.

Stuðul til heilsugransking og heilsumennnadi átøk úr Sjúkrakassagrunninum

Stuðul kundi latast til átøk og verkætlanir á heilsuøkinum. 

Frá Høvuðsøki 1 bar til at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg kundu søkja. Umsóknir vórðu viðgjørdar leypandi.

Frá Høvuðsøki 2 bar til at fáa stuðul til gransking á ávísum økjum á heilsuøkinum. Krøvini á leið tey somu til stuðul úr Granskingargrunninum. Allur stuðul úr Sjúkrakassagrunninum skuldi tó brúkast í Føroyum. Seinasta umfar á Høvuðsøki 2 var 1. september 2019.

Les meira um stuðul úr Sjúkrakassagrunninum her.

Stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir

Føroyskar fyritøkur kundu søkja stuðul til vinnu ph.d.-verkætlanir úr skipan, ið var stovnssett við peningi, sum Granskingarráðið fekk úr Minningargrunninnum fyri Dánjal Niclasen. Játtan varð latin til 3 verkætlanir í 2018. Í løtuni eru ikki fleiri pengar tøkir.

Les meira um vinnu ph.d.-stuðul her.