Skriva út
Lagt út: 16.06.2020

Vísindavøkan 2020 verður í november

Vísindavøkan verður seinni enn vanligt í 2020. Tiltakið, sum eftir ætlan skuldi vera tann 25. september, er flutt til 6. november.

Hetta er orsakað av korona, sum hevur órógvað fyrireikingarnar, og síðani av øllum útsettu tiiltøkunum, sum nú skulu haldast í september.

Tað er sannlíkt, at Vísindavøkan verður skipað nakað øðrvísi í ár orsakað av tørvinum á frástøðu og tí at hon liggur seinni á heystinum.

Tað er greitt, at ársins evni verður korona. Framløgur fara at vera í Kongshøll, og KVF fer at taka hesar upp og senda tær í sjónvarpinum í vetur. Vísindavøka fer á ferð og eitt Víisndavøkublað kemur út. Hvat annað verður á skránni valdast umstøðurnar í november. Meira verður at frætta um Vísindavøkuna tíðliga í heyst.

Set endiliga kross í kalendaran longu nú.

Kunning um og tilfar frá undanfarnum Vísindavøkum er at finna á gransking.fo