Skriva út

Vísindavøka byggir brýr millum granskarar og almenning

Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum.

Tiltakið er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa. 

Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin. Høvi er hjá stórum og smáum at hitta granskarar og síggja og hoyra, hvat teir arbeiða við og hvat hetta hevur at týða fyri fólk í Føroyum.

Vísindavøkan 2022  

Vísindavøkan 2022 verður tann 15. í røðini. Hon verður hildin tann 23. september í Løkshøll í Runavík. Í vikunum undan Vísindavøkuni verður farið kring landið við Vísindavøku á ferð.

Farnar Vísindavøkur

Tilfar frá farnum Vísindavøkum er at finna undir hesum teigi og á visindavoka.fo

Bløð og greinar, sum eru útgivin í sambandi við Vísindavøkuna: 

Vísindavøkublaðið 2021

Vísindavøkublaðið 2020

Vísindavøkublaðið 2019

Vísindavøkublaðið 2018

Vísindavøkublaðið 2017

Greinarøð undan Vísindavøkuni 2016

Vísindavøkublaðið 2015

Vísindavøkublaðið 2014

Vísindavøkublaðið 2013

Vísindavøkublaðið 2012

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.