Skriva út
Lagt út: 08.01.2019

Trettan nýggir ph.d.-arar í 2018

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava trettan føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2018. Átta av hesum verkætlanunum eru partvís fíggjaðar úr Granskingargrunninum og Sjúkrakassagrunninum.

29. januar vardi Bjørt Katrinardottir Kragesteen ph.d. ritgerð sína á Max Planck Institute for Molecular Genetics í Berlin, Týsklandi. Ritgerðin kallast: ”A Dynamic Chromatin Architecture Modulates Pitx1 Gene Regulation in Limb Development and Disease".” Les meira her

22. mars vardi Tóra Norð ph.d.-ritgerð sína á Karlstads Universitet, Svøríki. Ritgerðin kallast: "Arbete som rättighet eller skyldighet - Föreställningar om arbetsmarknadsfrånvaro i välfärdsstaten". Les meira her 

23. mars vardi Martha Kristine Haahr ph.d.-ritgerð sína við Syddansk Universitet, Danmark. Ritgerðin kallast: "Assessment and Treatment of Post-Prostatectomy Erectile dysfunction, with Adipose Derived Regenerative Cells." Les meira her 

4. apríl vardi Búi K. Petersen ph.d.-ritgerð sína á Memorial University í St. John’s, Nýfundlandi. Ritgerðin kallast: “Structure and Agency in Bargaining: Practice, Routines, Truce, and Individual Differences”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

4 mai vardi Regin Arge ph.d.-ritgerð sína á Norges Miljø- og Biovitenskapelige Universitet (NMBU). Ritgerðin kallast: “Tetradecylthioacetic acid (TTA) – A functional feed ingredient for Atlantic salmon affecting early sexual maturation, cardiac robustness and β-oxidative capacity”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

27. juni vardi Hans Harryson ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: "Den pædagogiske diskurs i læreruddannelsen - formål. indhold og undervisningsmetoder. En komparation af læreruddannelserne HSN, Drammen, VIA, Aarhus og HÍ, Reykjavík." Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

19. juli fekk Hugo Lamhauge Hansen handað prógv fyri ph.d. ritgerð sína á University of Kent í Canterbury, Stórabretlandi. Ritgerðin kallast: ”The Land of Maybe and International Actorness: Evaluating Faroese Paradiplomacy”. Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

10. august vardi Magnus Dahl ph.d.-ritgerð sína við Institut for Ingeniørvidenskab á Aarhus Universitet, Danmark. Ritgerðin kallast: “Production planning of energy systems – Cost and risk assessment for district heating.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

21. september vardi Marita Debess Magnussen ph.d.-ritgerð sína við Læknadeild Háskúla Íslands. Ritgerðin kallast: “Antimicrobial resistance in Streptococcus pneumoniae, Streptococcus pyogenes and Escherichia coli from the Faroese population, correlation with antimicrobial use and comparison with Iceland and Denmark.” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

16. november vardi Hallbera F. West ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?” Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her

22. november vardi Kristianna Lund Dam ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: "At navigere i en paradoksal tilværelse: En kvalitativ undersøgelse af barndommen og voksenlivet hos voksne børn, der er vokset op på Færøerne, sammen med forældre ramt af svær psykisk sygdom". Verkætlanin er stuðlað úr Sjúkrakassagrunninum. Les meira her

13. desember vardi Rúni Weihe ph.d. ritgerð sína á Norges miljø- og biovitenskabelige universitet (NMBU). Ritgerðin kallast: ”Dynamic dietary salmon farming in the Faroe Islands with regards to production, quality and economic improvements". Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her 

14. desember vardi Hans Jákup Jacobsen ph.d.-ritgerð sína við Universitetet i Bergen, Noregi. Ritgerðin kallast: ”Development and application of solid state fermentation enzymes in soy-based Atlantic salmon feeds”. Les meira her

Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum
Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin.

Vit hava eisini ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast “Føroysk ph.d.lesandi”, har til ber at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo