Skriva út
Lagt út: 27.03.2018

Martha Kristine Haahr vart ph.d. á Syddansk Universitet

23. mars vardi Martha Kristine Haahr ph.d.-ritgerð sína við Syddansk Universitet. Ritgerðin kallast: "Assessment and Treatment of Post-Prostatectomy Erectile dysfunction, with Adipose Derived Regenerative Cells."

Martha K. Haahr hevur granskað í rótkyknum og hvussu hesar kunnu geva impotentum monnum virkið kynslív aftur. Sí grein frá 2016 her 

Lars Lund, professari á Klinisk Institut á Syddansk Universitet hevur verið høvuðsvegleiðari.

Í metingarnevndini vóru:

Hans Jørgen Kirkeby, lektari á Institut for Klinisk Medisin, Aarhus Universitet.
Dana Alan Ohl, professari á Michigan Medicine Urology Clinic, University of Michigan.
Jens Fedder, professari, ph.d., á Klinisk Institut, Syddansk Universitet, formaður.

Les um Martha Kristine Haahr í Heilagrunninum