Skriva út
Lagt út: 07.04.2021

Stuðul til koronugransking á breddanum

Í sendingini Breddin týsdagin 6. apríl setti Kringvarpið sjóneykuna á privata stuðulin til koronugransking. 

Kringvarpið sigur soleiðis um innslagið:

"Meira enn tvær milliónir krónur frá privatum fyritøkum komu eftir stuttari løtu inn í Granskingargrunnin á vári í fjør, tá korona fór at herja. Nakað, sum er rættiliga óvanligt í Føroyum. Men hvat kom burtur úr, og hvørja ávirkan hava privatir pengar á granskingina?

Ein teirra, ið fekk lut í koronu granskingarpengunum, var læknin Marnar Fríðheim Kristiansen. Millum annað fekk hann, saman við øðrum, pengar til at kanna smittutølini, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum. Sambært Marnar Fríðheim Kristiansen komu privatu pengarnir væl við.

Vit tosa við Anniku Sølvará, stjóra í Granskingarráðnum, og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna og granskara."

Innslagið byrjar 34 minuttir inni í sendingini og kann hoyrast her

Til ber at síggja yvirlit yvir allar stuðlaðar verkætlanir her

Fyritøkurnar, sum stuðlaðu átakinum vóru:
Poul Michelsen samtakið 500.000 kr.
Bank Nordik 1.000.000 kr.
Tjaldur 30.000 kr. 
Articon 250.000 kr.
MEST 200.000 kr.
Magn 20.000 kr.
LÍV 50.000 kr.
Aðrar fyritøkur 20.000 kr. 

Yvirlit yvir allar COVID-19 verkætlanir í Føroyum sæst her

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.