Skriva út
Lagt út: 17.04.2020

Játtanir til COVID-19 verkætlanir

Korona í Føroyum – kanningar av smittutølum, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum
Stuðul: 499.267 kr.
Verkætlanarleiðari: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen, Guðrið Andorsdóttir, og Debes H. Christiansen.

Leikluturin hjá serfrøðingum og myndugleikum í eini kreppustøðu
Stuðul: 93.062 kr.
Verkætlanarleiðari: Heini í Skorini, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið

Leiklutur og týdningur av stuðlandi leiðslu fyri lærarum í fólkaskúlanum í Covid-19 - tíðini.
Stuðul: 81.744 kr.
Verkætlanarleiðari: Kalpana Vijayavarathan, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.

Ávirkar ílegusamansetingin hjá einstaklinginum sjúkugongdina hjá COVID-19 smittuni?
Stuðul: 497.081 kr.
Verkætlanarleiðari: Noomi O. Gregersen, ph.d. FarGen/Ílegusavnið. Kliniskur ábyrgdarhavi: Shahin Gaini, ph.d. og yvirlækni, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Maria Skaalum Petersen og Magni Mohr. 
Verkætlanin verður knýtt at Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.

Árin av COVID-19 á heilsustøðuna hjá áttati ára gomlum føroyingum
Stuðul: 135.438 kr.
Verkætlanarleiðari: Eina H. Eliasen, Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu
Hendan verkætlanin er knýtt at ph.d.-verkætlanini, sum Eina H. Eliasen er í gongd við í løtuni.

Støðan hjá næmingum í “Koronaskúlanum”
Stuðul: 111.704 kr.
Verkætlanarleiðari: Katrin av Kák, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini.

Kristnilív heima: Hvussu tillaga kirkjur og samkomur í Føroyum seg í sambandi við COVOD-19 farsóttina
Stuðul: 129.185 kr.
Verkætlanarleiðari: Jan Jensen í samstarvi við Søgu- og Samfelagsdeildina á Fróðskaparsetrinum.
Verkætlanin verður knýtt at ph.d.verkætlanini, sum Jan Jensen er í gongd við á University of Cambridge.

Finnast meira og minni sjúkuelvandi SARS-CoV-2 variantar í Føroyum?
Stuðul: 361.975 kr.
Verkætlanarleiðari: Debes H. Christiansen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan. Kliniskur ábyrgdari: Shahin Gaini, Landssjúkrahúsið. Aðrir luttakarar í bólkinum: Bjarni á Steig, Marnar Fríðheim Kristiansen, Sanna á Borg, Bodil H. Heimustovu, Tróndur Høgnason Mohr, Lars Fodgaard Møller, Hannes Gislason, Marin Strøm, Maria Skaalum Petersen og Guðrið Andorsdóttir.

Pedagogisk atlit og avbjóðingar, tá skift verður frá staðbundnari til netbundna undirvísing eftir fáum døgum
Stuðul: 111.704 kr.
Verkætlanarleiðari: Erla Olsen, Námsvísindadeildin, Fróðskaparsetrið.
Hendan verkætlanin er knýtt at øðrum verkætlanum á Námsvísindadeildini.

Korona dagbøkur
Stuðul: 129.185 kr.
Verkætlanarleiðari: Erika A. Hayfield, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið.

Ávirkanin av COVID-19 á fiski- og alivinnu og avleiðingar fyri føroyska búskapin
Stuðul: 193.070 kr.
Verkætlanarleiðari: Unn Laksá, Sjókovin

Politisk leiðsla og samskifti í undantaksstøðu - hvussu Føroyar loftaðu koronakreppuni
Stuðul: 68.593
Verkætlanarleiðari: Jens Christian Svabo Justinussen, Søgu- og Samfelagsdeildin, Fróðskaparsetrið. Aðrir luttakarar eru Rógvi Olavson, Bárður Larsen og Kári Holm Johannesen.

Hvussu verður sálarheilsan hjá barnakonum ávirkað av COVID-19 kreppuni og víðkaðu varsemisreglunum hjá Sundhedsstyrelsen
Stuðul: 128.068
Verkætlanarleiðari: Sanne Storm, Psykiatriski Deplin, Landssjúkrahúsið

Smittustøðan hjá teimum, sum hava verið í tvungnum sóttarhaldi
Stuðul: 380.000
Verkætlanarleiðari: Maria Skaalum Petersen, lektari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking, Fróðskaparsetur Føroya og á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.