Skriva út
Lagt út: 02.01.2023

Níggju nýggir ph.d.-arar í 2022

Sambært skrásetingunum hjá Granskingarráðnum hava níggju føroyingar lokið ph.d.-prógv í 2022. Tríggjar av hesum verkætlanum eru stuðlaðar av Granskingarráðnum.

1. apríl vardi Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Effect of Exercise Training on Tumor Biology in Humans - Exploration of Exercise-Induced Tumor NK Cell Infiltration and Alleviation of Hypoxia as Anti-Cancer Mechanism in Men with Prostate Cancer”. Les meira her

26. apríl vardi Ester Weihe Jacobsen ph.d.-ritgerð sína á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “Psoriasis: The occurrence, familial aggregation, and phenotype of psoriasis in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her

2. mai vardi Anna á Váli Guttesen ph.d.-ritgerð sína á University of York. Ritgerðin kallast: “Mechanisms of sleep-associated memory consolidation and next-day learning”. Les meira her

31. mai vardi Høgni Carlsson Kamban ph.d.-ritgerð sína á Aalborg Universitet. Ritgerðin kallast: “Field-induced Dissociation of Excitons in Mono- and Bilayer Structures”. Les meira her

3. juni vardi Tóra Djurhuus ph.d.-ritgerð á Københavns Universitet. Ritgerðin kallast: “The Legacy of the Past in Brexit Britain - A study of the influence of the cultural memory of empire on British Euroscepticism”. Les meira her

24. juni vardi Helma Maria Tróndheim ph.d.-ritgerð sína. Hon hevur verið innskrivað á á Aalborg Universitet og á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Ensuring Supply Reliability and Grid Stability in a 100% Renewable Electritity Sector in the Faroe Islands”. Verkætlanin er stuðlað av Granskingarráðnum. Les meira her

5. juli fekk Otto Eivind Neshamar ph.d.-prógv frá University of Aberdeen. Ritgerðin kallast: "Hydrodynamics of oscillatory flow over an array of cylinders". Les meira her

18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð við Fróðskaparsetur Føroya. Ritgerðin kallast: “Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands”. Les meira her

9. september 2022 vardi Marnar Fríðheim Kristiansen ph.d.-ritgerð sína á Fróðskaparsetri Føroya. Ritgerðin kallast: “Cancer Epidemiology in the Faroe Islands”.
Verkætlanin er stuðlað úr Granskingargrunninum. Les meira her


Ph.d. lesandi, ph.d.arar og doktarar skrásettir í Heilagrunninum

Til ber at finna upplýsingar um allar ph.d. lesandi, ph.d.arar, doktarar og aðrar føroyskar granskarar, sum vit vita um, við at fara í Heilagrunnin

Fleiri ph.d.-ritgerðir eru tøkar talgilt her

Vit hava eisini ein afturlatnan bólk á Facebook, sum kallast “Føroysk ph.d.lesandi”, har til ber at kunna og samskifta um viðkomandi viðurskifti, eitt nú stuðulsfreistir, skeið, ráðstevnur, ph.d.verjur og útgávur. Til ber at biðja um limaskap her

Saknast onkur ph.d.lesandi, ph.d.ari ella annar í Heilagrunninum ella í yvirlitinum omanfyri, frætta vit fegin á gransking@gransking.fo