Skriva út
Lagt út: 01.08.2022

Otto Eivind Neshamar ph.d.-prógv frá University of Aberdeen

Tann 5. juli 2022 fekk Otto Eivind Neshamar prógv sum ph.d. í verkfrøði á University of Aberdeen í Skotlandi.

Heitið á ph.d.-verkætlanini er "Hydrodynamics of oscillatory flow over an array of cylinders".

Endamálið við verkætlanini er at vera við til at menna náttúrugrundaðar strandarøkisverjur - "nature-based coastal protection". Hetta snýr seg um, at náttúrligar vistskipanir sum finnast í strandarøkjum, til dømis tari, havgras ella korallriv, kunnu gagnnýtast til at verja strendur.

Verkætlanin innibar vísindaligar royndir á "fluid mechanics" laboratoriinum í Aberdeen, har mátingar vóru gjørdar av vatn-ferðum og kreftum í einum kari. Verkætlanin varð fíggjað av University of Aberdeen. Vegleiðararnir vóru Dr. Dominic van der A og Tom O'Donoghue, professari. Í próvnevndini vóru Vladimir Nikora, professari á University of Aberdeen, og Chris Blenkinsopp, dr. á University of Bath.

Otto hevur starvast sum postdoc-granskari á University of Dundee í Skotlandi síðani februar.

Ph.d.-ritgerðin kann takast niður her 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.