Skriva út
Lagt út: 13.12.2022

Javni fer at kanna arbeiðsmarknaðin og menningartarn

Granskingarráðið hevur játtað 148.000 kr. í stuðli til eina verkætlan hjá Javna um arbeiðsmarknaðin og menningartarn.

Hetta er fyrsta játtanin frá nýggju stuðulsskipanini til arbeiðsmarknaðarátøk.

Í Javna siga tey soleiðis um verkætlanina:

“Hóast vit seinastu árini hava fingið fyriskipanir, ið kunnu slóða fyri einum virknum arbeiðslívi hjá fólki við skerdum arbeiðsførleika, so er okkara varhugi, at verandi skipanir ikki lofta okkara málbólki í nóg stóran mun. Okkara hypotesa er, at pláss er fyri betringum, soleiðis at fleiri høvdu kunna komið í starv á vanliga arbeiðsmarknaðinum.

Endamálið við eini møguligari kanning er tí at fáa til vega vitan, sum kann verða grundarlag fyri møguligum tillagingum av verandi skipanum, og/ella víðari gransking av økinum. Í kanningini vilja vit serliga hyggja eftir lógini um arbeiðsfremjandi tiltøk (2012), og hvussu fyriskipanir í lógini virka í praksis í mun til okkara málbólk. Vit vilja taka støði í málbólkinum, sum hevur gjøgnumført serliga skipaðu miðnámsútbúgvingina (serbreyt), sum er eitt miðnámsskúlatilboð fyri tey, ið ikki megna at taka eina miðnámsútbúgving eftir vanligum treytum.

Verkevnið væntast at hava áhuga, bæði út frá einum samfelagsligum og frá einum sosialum sjónarhorni.

Samfelagsliga, tí vit hava tørv á so nógvum virknum hondum á arbeiðsmarknaðinum sum gjørligt, og sosialt, tí tað at hava ein virknan og innihaldsríkan gerandisdag er ein týdningarmikil partur av lívinum hjá okkum menniskjum, við ella uttan menningartarn. Eitt størri innlit í økið hevði gagnað á tann hátt, at tað kundi slóða fyri størri rúmligheit á føroyska arbeiðsmarknaðinum.”

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk

Granskingarráðið fekk í summar slakar 10 mió. kr. til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Talan er um tvær skipanir við ymiskum umsóknarfreistum:

Stuðul til gransking – freist 15. februar.
Stuðul til kanningar – freistir 1. mai og 1. november.

Les meira her

Mynd: Úr Javnakalendaranum 2019. Lennart Magnussen og Hans Jacob Bárá.