Skriva út
Lagt út: 04.12.2023

Inntøkubýtið 2009-2021 kannast

Granskingarráðið hevur játtað 300.000 kr. í stuðli til eina kanningarverkætlan um inntøkubýtið í Føroyum árini 2009-2021

Hetta er triðja játtanin frá stuðulsskipanini til arbeiðsmarknaðarátøk.

Føroya Arbeiðarafelag stendur fyri verkætlanini saman við Samtaki.

Tað er Jón Joensen, sum er verkætlanarleiðari og sum skal gera kanningina.

Tey siga soleiðis um verkætlanina:

“Endamálið við verkætlanini er at gera eina yvirskipaða lýsing av sosialhagtølunum sum eru tøk í almenna hagtalsgrunninum. Lýsingin fevnir um bæði býti av brutto-, nettoinntøku og skatti roknað uppá einstaklingar umframt býti í sosialum høpi roknað uppá húskir. Umframt lýsing av hagtølunum verða gjørdar yvirskipaðar greiningar av býtinum millum kyn, aldur og øki, umframt kombinatiónir av hesum.

Verkætlanin verður framd, tí at mett verður at nevndu býti er ein so avgerandi táttur í hvussu partarnir á arbeiðsmarknaðinum leggja til rættis, egna vegna fyrst og fremst, uttan atlit til heildina. Ein treyt fyri at kunna stýra uttanum snávingarsteinar, og at fremja ein vælvirkandi arbeiðsmarknað er, at veruliga støðan verður lýst og greina so støða kann takast á haldgóðum upplýstum grundarlagi.”

Tað er faknevndin fyri stuðli til gransking, sum hevur játtað stuðul til hesa kanningina.

Stuðul til arbeiðsmarknaðarátøk

Granskingarráðið fekk í 2022 slakar 10 mió. kr. til kanningar og gransking í arbeiðsmarknaðarviðurskiftum.

Stuðulin er ætlaður verkætlanum, sum yvirskipað fara at gagna arbeiðsmarknaðinum frameftir. Tað kann bæði vera gransking, sum fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og um gransking sum hevur serligan týdning fyri starvsfólk í ávísum vinnum ella á ávísum starvsøkjum.

Virkisøkið er ikki avmarkað, men tað er ein treyt, at talan er um gransking í viðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum, ella gransking í øðrum arbeiðsmarknaðarviðurskiftum, sum tørvur er á at fáa lýst.

Talan er um tvær skipanir við ymiskum umsóknarfreistum:

Stuðul til gransking – freist 15. februar.
Stuðul til kanningar – freistir 1. mai og 1. november.

Les meira her