Skriva út
Lagt út: 18.02.2011

Granskingarpolitikkur samtyktur


Vísindaráðið samtykti 28. januar 2011 fyrsta yvirskipaða granskingarpolitikkin í Føroyum. Politikkurin undir yvirskriftini Vitan & Vøkstur er úrslit av drúgvari tilgongd, sum byrjaði, tá Vísindaráðið hittist til fundar fyrstu ferð 28. november 2008.

Granskingarpolitikurin er í fýra pørtum:
- Inngangur
- Styrktir karmar fyri føroyska gransking
- Dygg og støðug granskingarfígging
- Raðfesting av granskingarøkjum

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, legði fyri á tíðindafundinum við m.a. at fegnast um samtykta politikkin, sum Landsstýrið nú fer undir at seta í verk.

Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið og skrivari hjá Vísindaráðnum, greiddi síðani frá arbeiðinum og innihaldinum í politikkinum.

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í Mentamálum, greiddi at enda frá, hvussu Mentamálaráðið vegna Landsstýrið ætlar sær at arbeiða víðari við at verkseta politikkin. Hon segði seg vóna at kunna røkka eini breiðari politiskari semju við allar flokkar um málið.

Niðanfyri er avrit av samtykta politikkinum o.a. tilfar. Til ber at bíleggja prentaða faldaran við at venda sær til Granskingarráðið á tel. 567800 ella við telduposti til gransking@gransking.fo

Tilfar:
Granskingarpolitikur Føroya samtyktur av Vísindaráðnum 28 01 2011

Faldari við granskingarpolitikkinum og ymsum útgreinandi tilfari

Framløga hjá Anniku Sølvará: Vitan & Vøkstur. Tíðirndafundur í Tinganesi 18.2.2011 

Røðan hjá Helenu Dam á Neystabø, landsstýriskvinnu í mentamálum

Um Vísindaráðið