 |
Føroya Vísindaráð
Føroya Vísindaráð orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
Liminir í Vísindaráðnum eru løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum, uttanríkismálum, almannamálum og heilsumálum. Føroya Arbeiðsgevarafelag, løntakarafeløgini og Fróðskaparsetur Føroya tilnevna hvør sítt umboð. Tvey umboð verða eisini vald fyri sektorgranskingarstovnarnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.
Vísindaráðið virkar við støði í lóg um gransking frá 2001 við broytingum í 2006.
Liminir í vísindaráðnum eru hesir:
Kaj Leo Johannesen, løgmaður,
Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í granskingarmálum,
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum,
Jørgen Niclassen, landsstýrismaður í uttanríkismálum,
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum,
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum,
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum,
Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum,
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í heilsumálum,
Bergur Poulsen, stjóri, Havsbrún
Jan Arge Jacobsen, granskari, Havstovan
Malan Marnersdóttir, professari, Fróðskaparsetur Føroya
Marjun Patursson, landsbókavørður, Føroya Landsbókasavn
Erland Viberg Joensen, savnsleiðari, Tórshavnar Býarsavn
Sjúrður F. Olsen, lækni og adjungerðaur professari (Harvard), Statens Serum Institut
Hermann Oskarsson, stjóri, Hagstovan
Løgmaður er formaður í Vísindaráðnum, og landsstýrismaðurin í granskingarmálum er næstformaður.
Skrivari fyri vísindaráðið er stjórin fyri Granskingargrunnin, Annika Sølvará.
Formaðurin í Granskingarnevndini, Martin Zachariassen, er eygleiðari í Vísindarráðnum.
Tríggir regluligir fundir eru á hvørjum ári, har yvirskipað evni viðvíkjandi føroyskari gransking, menning og nýskapan verða viðgjørd.
Fyrsti fundurin hjá Vísindaráðnum var 28. november 2008.
|
|
 |
|
 |
 |
|
|