Skriva út
Lagt út: 18.11.2022

Góð ráð til umsøkjarar

Á fundi um stuðulsskipanir, sum var 17. november, kunnaði Annika Sølvará frá Granskingarráðnum um krøv og møguleikar og gav umsøkjarum góð ráð til umsóknirnar.

Tað eru tvær stuðulsskipanir, sum hava freist tann 15. februar 2023: Stuðul til gransking og Stuðul til arbeiðsmarknaðargransking.

Framløgan frá fundinum sæst her

Hósdagin 24. november kl. 14.30 verður aftur skipað fyri kunning, hesaferð á enskum og á netinum. Leinki til fundin er her