Skriva út
Lagt út: 25.06.2021

Frágreiðing: Korona ávirkaði sálarheilsuna neiliga

Annika Helgadóttir Davidsen hevur luttikið í verkætlan við heitinum Re-Mind um sálarheilsu og heilsustøðu hjá fólki í norðurhøvum og arktiska økinum. Hendan verkætlanin er partur av eini størri verkætlan, kallað CORE, sum er stuðlað av NPA (The Northern Periphery and Arctic Programme).

Re-Mind verkætlanin var eitt samstarv í millum Føroyar, Norður Írland, Kanada, Svøríki, Noreg, Finnland, Írland, Skotland, ið hevði til endamáls at kanna sálarligu ávirkanina av Covid-19 í tíðarskeiðinum februar-juli 2020. Tað var universitetið í Ulster, ið stóð fyri kanningini.

Úrslitini vístu m.a., at neiliga ávirkanin á sálarheilsuna hjá fólki í hesum londum var stór, men at tað var ikki orsøk til at vænta eina stóra bylgju av sálarligum trupulleikum vegna Covid-19. Tó vístu úrslitini, at sálarligu avleiðingarnar vóru størstar hjá teimum, ið longu høvdu sálarligar trupulleikar. Harumframt tóktust fólk í størri býum, har tey liva tætt, vera meiri ávirkað enn fólk í økjum, har fólk liva meiri spjatt. Ein orsøk til hetta kann vera, at fólk, ið liva í smáum økjum og/ella liva spjatt, í størri mun eru von við at liva í avbyrging og frástøðu enn fólk í býum, og eru minni ávirkað av teimum tilmælum, ið hava havt til endamáls at minka um smittuspjaðing.

Úrslitini eru at finna í eini longri frágreiðing við heitinum: “The impact of Covid-19 on Mental Health and wellbeing in Northern Periphery and Arctic countries.” Eisini er ein almennur samandráttur tøkur her.

Sí eisini grein, sum Annika Helgadóttir Davidsen hevur skrivað saman við Mariu Skaalum Petersen um, hvussu COVID-19 avmarkingarnar hava ávirkað sálarheilsuna og arbeiðslívið hjá føroyskum arbeiðstakarum. Hendan verkætlanin varð stuðlað av Granskingarráðnum úr Sjúkrakassagrunninum.