Skriva út
Lagt út: 07.05.2021

Arbeiðslívið meira ávirkað av COVID-19 avmarkingum enn sálarheilsan

Annika Helgadóttir Davidsen og Maria Skaalum Petersen hava skrivað grein um, hvussu COVID-19 avmarkingarnar hava ávirkað sálarheilsuna og arbeiðslívið hjá føroyskum arbeiðstakarum.

Greinin kallast “The Impact of COVID-19 Restrictions on Mental Well-Being and Working Life among Faroese Employees”. Hon er almannakunngjørd í tíðarritinum “International Journal of Environmental Research and Public Health” og kann frítt lesast her

Greinin er úrslit av verkætlan, sum varð stuðlað av Sjúkrakassagrunninum í 2020.

Tað er eyðsæð, at samfelagsligu broytingarnar av COVID-19 hava verið umfatandi og hava skapt avbjóðingar fyri arbeiðstakarar kring allan heim. Endamálið við hesi kanningini var at meta um avleiðingarnar av COVID-19 avmarkingunum á føroyskar arbeiðstakarar.

Tilsamans svaraðu 1328 arbeiðstakarar einum spurnarblaði við meting av egnari støðu. Svarini vóru  navnloynd. Kanningin fór fram í tíðarskeiðinum 13. apríl til 4. mai 2020.

Kanningin vísti, at starvsfólk sum heild vóru lítið ávirkað sálarheilsuliga av avmarkingunum, meðan arbeiðsbindindi, javnvágin millum arbeiðis- og heimalív, arbeiðshugur og arbeiðsevni øll vóru mett verri aftaná COVID-19 útbrotið enn undan.

Í mun til undanfarna gransking, so mettu heilsustarvsfólk teirra arbeiðsevni væl hægri enn lærarar, námsfrøðingar og hjálparfólk. Foreldur vóru meira strongd og mettu teirra arbeiðsførleikar væl lægri enn fólk uttan børn. Kvinnur vóru sum heild meira ørkymlaðar enn menn orsakað av farsóttini. Samlað var niðurstøðan, at sálarheilsan hjá føroyskum arbeiðstakarum sum heild var á sama stigi undir stongslinum í apríl-mai 2020. Arbeiðslívið sum heild var tó mett at vera verri enn vanligt.   

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.