Skriva út
Lagt út: 18.10.2017

Stuðul játtaður til kanning av munn- og tannheilsu hjá eldri føroyingum

Granskingarráðið hevur játtað Tannlæknafelagnum stuðul til kanningarverkætlan við heitinum “Munn- og tannheilsan hjá eldri føroyingum – ein landsfevnandi kanning”.

Stuðulin, kr. 258.400, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað er Birita Ellefsen, ph.d., sum er verkætlanarleiðari. Verkætlanin tekur eitt lítið ár. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til løn til tannteknikara og til granskara, umframt til tilfar

Tannlæknafelagið sigur soleiðis um verkætlanina:

“Tannlæknafelagið hevur í nógv ár ynskt at fáa lýst, hvussu munn- og tannheilsan er hjá eldri fólki í Føroyum, og at fáa staðfest viðurskifti, sum hava ávirkan á hetta, m.a. at finna heilsu- og umhvørvisviðurskifti, sum fyrr ella seinni í lívinum ávirka munn- og tannheilsuna. Slík vitan kann nýtast til at tilrættaleggja fyribyrging og møgulig tiltøk, sum kunnu hjálpa teimum eldru til góða munn- og tannheilsu alt lívið. Ein slík umfatandi kanning er nú møgulig at seta í verk sum partur av granskingarverkætlanini “Forsagnir um heilsu og andsevnir hjá eldri føroyingum – ein 10 ára uppfylgjandi kanning” á Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu, har 80-84 ára gomul verða boðin til kanningar næsta árið. 

Tað er ongantíð áður gjørd ein umfatandi kanning av tannheilsuni hjá eldri fólki í Føroyum, men munn- og tannheilsan hjá eldri fólki kring allan heim er broytt sera nógv tey seinastu áratíggjuni. Tannheilsan er vorðin betri og hetta hevur stóran týdning fyri almennu heilsuna, vælveru og lívsgóðsku. Tað tó eisini staðfest, at tannheilsan ávirkast av, at heilsan versnar.

Fyri best at kunna fyribyrgja og heilsumenna innan tannheilsuna hjá eldri í Føroyum, er neyðugt at staðfesta, hvussu støðan er, og á hvørjum økjum trupulleikar stinga seg upp. Tí er umráðandi at fáa tekna eina neyva tíðarhóskandi mynd av tannheilsuni hjá teimum eldru í Føroyum.

Henda kanning fer at vísa, hvussu tannheilsustøðan er hjá eldri føroyingum í dag, hvussu tey nýta tannheilsuskipanina og hvussu tey viðlíkahalda munn og tenn. Harumframt kann kanningin varpa ljós á, hvør samanhangur er millum sjúkur og verri førleika, og munn- og tannheilsuna. Úrslitini av hesi kanning kunnu nýtast sum grundarlag fyri tilrættalegging av fyribyrging og heilsumenning innan tannheilsu fyri tey eldru.”

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her 

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her