Skriva út

Sjúkrakassagrunnurin

Granskingarráðið fekk í 2014 ábyrgdina av at umsita og útluta peningin., ið sjúkrakassarnir kring landið áttu, tá teir vórðu avtiknir fyri nøkrum árum síðani.

Til ber at søkja stuðul til átøk og verkætlanir, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum, men sum ikki eru ein partur av rakstrinum av heilsuverkinum annars.

Høvuðsøki 1

Stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Les meira í vinstra bredda.

Høvuðsøki 2

Stuðul til gransking og menning á heilsuøkinum.

Granskarar kunnu saman við stovni í Føroyum søkja um stuðul til gransking og menning innan fimm raðfest heilsuøkir, har t.d. epidemiologi og ílegugransking kunnu innganga í hvørt einstakt øki, eins og t.d. menning av nýggjum tilgongdum, skipanum ella tænastum.

Stuðul kann veitast til smærri verkætlanir, samstarvsverkætlanir, ph.d.verkætlanir og post.doc. verkætlanir innan raðfestu økini.

Les meira í vinstra bredda.

Høvuðsøki 3

Stuðul til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetur Føroya og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar fyri at menna heilsuøkið í Føroyum.

Stuðul verður latin til at menna gransking á ella í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Sjúkrahúsverkið og møguliga aðrar viðkomandi føroyskar stovnar á trimum raðfestum heilsuøkjum. Avtala verður gjørd við viðkomandi stovn/ar.

Les meira í vinstra bredda