Skriva út
Lagt út: 08.04.2018

Kanning av fatanini hjá føroyingum í sjúkuviðgerð uttanlands

Hvussu uppliva føroyskir sjúklingar at verða viðgjørdir uttanlands? Hendan spurning hava Fríði í Geil Jensen, Marie Lundby Spanggård og Sophie Amalie Lykke Poulsen kannað í serritgerð í sosialvísindum.

Tey fingu stuðul frá høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum til at gera eina spurnakanning millum fólk, sum eru ella hava verið uttanlands í sjúkuviðgerð. Endamálið var at kanna, hvussu hesi uppliva tað at verða send uttanlands til kanningar og viðgerðar.

Tað er umleið 1300-1500 sjúklingar, sum verða sendir av landinum um árið. Orsakað av, at sjúklingar kunnu viðgerast fleiri ferð um árið er talið av ferðum tó væl hægri, upp móti 2700 ferðum. Flestu fara til Danmarkar, uml. 94%, meðan restin fer til onnur norðurlond, bert hendinga fara aðrastaðni.  

Kanningin er gjørd bæði sum ein kvantitativ spurnarkanning við spurnarbløðum, sum fólk hava kunnað svarað á netinum og við kvalitativum samrøðum við serfrøðingar og nakrar sjklingar. Kanningin er liðug og latin inn sum ritgerð á RUC, har hon var próvdømd við hægsta próvtalið.

Kanningin kann lesast her

Samanumtikið sigur Fríði í Geil Jensen soleiðis um kanningina:

”Sjúklingarnir siga seg vera nøgdar við viðgerðagongdina í útlandinum, men tað eru nakrir átrokandi trupulleikar. Eins og aðrir sjúklingar í útheiminum hevur tann føroyski sjúklingurin lyndi til at ikki vilja kritisera ella tosa neiligt um støðuna - at byrja við. Um tað tó verður givin tíð og sjúklingar fáa loyvi at greiða nærri frá upplivingunum síggja vit, at har eru átrokandi trupulleikar, ið krevja ábøtur. Sjálvt fleiri av teimum, ið meta teirra viðgerðargongd sum nøktandi, hava keðiligar søgur at fortelja. Tískil mugu vit ikki lata okkum lumpa, men síggja nuansurnar í viðgerðargongdina og harvið skapa eina eftirfarandi heildarmynd.”

Nakrar av niðurstøðunum í kanningini eru:

Sjúklingarnir í kanningini siga, at tað hevur stóran týdning at hava fylgjara við sær uttanlands. Tey hava onkuntíð ilt við at skilja, hví summi fáa fylgjara við og onnur ikki.

Kanningin vísir eisini, at alt fleiri føroyingar leita sær viðgerð á privatsjúkrahúsi uttanlands ella tekna sær trygging við tí endamáli at tryggja seg móti bíðitíð og fyri at fáa skjóta viðgerð.

Fólk lata væl at sjúklingahotellinum, Hotel Tórshavn. Tey siga, at tað hevur stóran týdning fyri trivnaðin og sjúkragongdina, at man hevur eitt trygt stað, sum Hotel Tórshavn, at fara til.

Avbjóðingar eru m.a. málið og samskifti og kunning millum føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsið, sum sjúklingarnir koma til uttanlands.

Til ber at hoyra eina longri samrøðu við Fríða í Geil Jensen, har hann greiðir frá úrslitunum í kanningini - kvf.fo 

Les eisini um verkætlanina í sambandi við játtanina her 

Samband: Fríði í Geil Jensen