Skriva út
Lagt út: 02.11.2017

Stuðul til kanning av uppliving av sjúkraviðgerð uttanlands

Granskingarráðið hevur játtað Krabbameinsfelagnum stuðul til kanningarverkætlan við heitinum “Uppliving hjá føroyskum sjúklingum av viðgerð í uttanlands”.

Stuðulin, kr. 89.850, er játtaður frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Tað er Fríði í Geil Jensen, sum er verkætlanarleiðari. Stuðulin frá Sjúkrakassagrunninum skal ítøkiliga nýtast til løn til innsavning av tilfari

Krabbameinsfelagið sigur soleiðis um verkætlanina:

“Okkurt um 1500 føroyingar verða hvørt ár sendir uttanlands at fáa læknaviðgerð. Árliga rakstrarætlanin ljóðar á uml. 170 mill. kr., men hon røkkur sjáldan til, og tískil er neyðugt við eykajáttanum. Hetta er sjálvsagt ein stór upphædd fyri ta føroysku fíggjarlógina, av tí at vit bert eru 50.000 føroyingar. Tað er eitt áhugavert vandamál, sum verður enn meira fløkt, tá ið hugsað verður um komandi samfelagsbroytingarnar:
- Talið av sjúklingum veksur;
- Fleiri gerast frísk, sum tó merkir, at sannlíkindi fyri, at tey koma aftur, økist;
- Demografiska menningin framroknar, at talið av eldri fólki fer munandi at vaksa, sum tí økir um títtleikan av krabbameinstilburðum;
- Fólk verða meira tilvitað um góðsku og krevja meira frá heilsuverkinum.

Tilvitað um hesa gongdina avgjørdi heilsu- og innlendismálaráðið at skipa ein arbeiðsbólk, ið skuldi útvega eina menningarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Í einum øki mangar tó verulig vitan – í upplivingunum hjá sjúklingum, ið verða sendir uttanlands til kanningar og viðgerðar. Fyri at menna føroyska heilsuøkið er tað eisini týdningarmikið at savna upplýsingar um upplivingina hjá sjúklingum. Tað kann eyðvitað bøta um viðgerðartilboð, at sjúklingurin fær komið við afturmeldingum. Verkætlanin hevur sum mál at gera eina hagfrøðiliga og samskipaða kanning, sum kann framleiða vitan, ið kann virka sum eitt amboð til frama fyri virknum og góðum viðgerðartilboðum. Heilsuøkið hevur tørv á slíkari vitan fyri at mennast, og kann hendan verkætlanin veita týðandi innlit hjá øðrum at taka støðu til og at granska víðari í.”

Spurnarblaðið til kanningina sæst her

Høvuðsøki 1

Høvuðsøki 1 er eitt av trimum økjum hjá Sjúkrakassagrunninum. Frá Høvuðsøki 1 ber til at søkja stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum. Føroysk áhugafeløg, ið umboða fólk, sum bera brek og feløg innan eldraøkið, sjúklingafeløg og fakfeløg, kunnu søkja um stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk, sum kunnu menna heilsuøkið í Føroyum.

Kanningarverkætlanir eru at rokna sum eitt slag av undanverkætlan til gransking ella ein minni granskingarverkætlan. Áhugafeløg kunnu søkja um stuðul til at gera kanningarverkætlanir innan t.d. sosiala heilsu, heilsufremjan, fyribyrging, røkt, viðgerð og endurmenning. Kravið er, at kanningin skal gerast saman við fólki, sum minst hevur eina miðallanga/langa útbúgving (bachelor ella masterstig) og er knýtt at hóskandi fakligum vegleiðara/ábyrgdarhavara.

Les meira um økini í Sjúkrakassagrunninum her

Yvirlitið yvir allar játtanir frá høvuðsøkið 1 eru at síggja her

Mynd: atlantic.fo