Skriva út
Lagt út: 12.05.2021

Eldhugaður greinari til Granskingarráðið

Dugir tú væl við tølum og mynstrum? Megnar tú at miðla fløkt evni greitt? Trívist tú í politiskum samskifti? Og heldur tú, at íløgur í gransking, menning og nýskapan eru avgerandi fyri framtíðar Føroyar? So er tað møguliga tær, ið vit leita eftir.

Í sambandi við stovnan av einum nýggjum strategiskum ráði fyri gransking, menning og nýskapan er eitt nýtt akademiskt fulltrúastarv leyst at søkja.

Starvið

Tú kemur at samskipa arbeiðið fyri Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan og at arbeiða við einum fjølbroyttum úrvali av uppgávum á teimum økjum, ið Granskingarráðið umsitur.

Høvuðsuppgávurnar eru at:

- samskipa arbeiðið hjá og gera frágreiðingar fyri Ráðið
- savna og skipa hagtøl um gransking, menning og nýskapan
- miðla týdningin av gransking, menning og nýskapan
- vera partur av toyminum í innlendis og altjóða arbeiðinum hjá Granskingarráðnum

Førleikar

Vit vænta, at tú hevur útbúgving á kandidatstigi í samfelagsfrøði, hagfrøði, stjórnmálafrøði, samskifti ella líknandi. Tað kann vera ein fyrimunur, at tú hevur vitan og arbeiðsroyndir við gransking, menning og nýskapan.

Umframt at tú dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva við onnur, verður dentur lagdur á:

- royndir við at savna, skipa og miðla tøl
- evni at hugsa og arbeiða strategiskt og langskygt
- samskiftis- og miðlaførleikar, bæði munnliga og skrivliga
- málførleikar á føroyskum og enskum

Setanarviðurskifti

Starvið verður lønt í mun til útbúgving og royndir eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsókn

Umsóknir við lívsrensli skulu sendast til Granskingarráðið á starv@gransking.fo í seinasta lagi 14. juni 2021.

Starvið verður sett 15. august ella skjótast møguligt eftir nærri avtalu. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Anniku Sølvará stjóra á 567803.

Um Granskingarráðið

Granskingarráðið er almennur stovnur, sum umsitur fleiri stuðulsskipanir til gransking. Stovnurin samskipar føroysku luttøkuna í Horizon samstarvinum við Europa við NCP tænastu og EURAXESS tænastu. Stovnurin ráðgevur og kunnar eisini breitt um gransking, menning  og nýskapan.   

Í Granskingarráðnum starvast 4 fólk í løtuni. Granskingarráðið hevur skrivstovu á Bryggjubakka 12.

Um ráðið fyri gransking, menning og nýskapan

Nýggj lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan kom í gildi 1. januar 2021. Í lógini er eitt strategiskt ráð skipað til at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnulívi um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan. Hetta ráðið kemur í staðin fyri Vísindaráðið.

Ráðgevingin fevnir millum annað um:
- karmar og kor fyri gransking, menning og nýskapan
- játtan og fígging annars,
- átøk innanlands og uttanlands til at menna leiklut og støðu Føroya í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan,
- at útvega, útbúgva og menna fólk til gransking, menning og nýskapan
- at viðgera og samtykkja normar og vegleiðandi reglur fyri økið

Ráðið skal gera árliga frágreiðing um gransking, menning og nýskapan í Føroyum við støðulýsing og meting av almennu gongdini í Føroyum og av støðuni í mun til altjóða samstarv, umframt tilráðingar í hesum sambandi.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.