Skriva út
Lagt út: 22.04.2022

Jenis av Rana, landsstýrismaður í granskingarmálum, hevur tilnevnt Ráð fyri gransking, mennig og nýskapan. Setanarskeiðið er frá 1. apríl 2022.

Í ráðnum sita:

  • Annika H. Davidsen, ph.d. í sálarfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
  • Eyðun Jacobsen, ph.d. í teldufrøði, tilnevndur fyri 2 ár
  • Gunnvør á Norði, ph.d.. í lívfrøði, tilnevnd fyri 2 ár
  • Jan Rasmussen, ph.d. og serlækni í hjartasjúkum, tilnevndur fyri 4 ár
  • Ragnheiður Bogadóttir, ph.d. í umhvørvismálum, tilnevnd fyri 2 ár
  • Sóley H. Hammer, MA í løgfrøði, tilnevnd fyri 4 ár
  • Tórheðin J. Jensen, formaður, DBA, tilnevndur fyri 4 ár

Ráðið er sett sambært kunngerð um tilnevning av limum í ráðið fyri gransking, menning og nýskapan við heimild í lóg um ráðgeving og stuðul til gransking, menning og nýskapan frá 7. juni 2020.

Í ráðnum sita 7 limir, sum landsstýrismaðurin tilnevnir við støði í tilmælum, sum ein trímannanevnd hevur gjørt. Uppskotini, sum trímannanevndin hevur viðgjørt, eru innkomin við almennari lýsing, har borgarar, stovnar og fyritøkur hava havt møguleika at koma við uppskotum um ráðslimir. Limirnir sita fyri fýra ár, tó at tað hesaferð eru valdir 3 limir fyri 2 ár, tí at ráðið fyri fyrstu ferð er sett.

Í kapitli 2 í lógini stendur um Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan: 

  • § 5. Ráðið fyri gransking, menning og nýskapan verður sett at ráðgeva Føroya landsstýri og vinnu um yvirskipaða politikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
  • Stk. 2. Ráðið skal fylgja við í og seta mál fyri gransking, menning og nýskapan í Føroyum og í altjóða høpi, sum kunnu menna økini í Føroyum.
  • Stk. 3. Ráðið ger uppskot til landsstýrismannin um mál fyri stuðulsveiting og luttøku Føroya í altjóða samstørvum um gransking, menning og nýskapan, undir hesum at koma við tilmælum um karmar, serligar bonusskipanir o.a.
  • Stk. 4. Ráðið skal ráðgeva í spurningum um, hvussu gransking, menning og nýskapan kunnu gerast gagnlig fyri samfelagið, bæði í almenna og privata geiranum, og ráðgeva í sambandi við fyrireiking og skipan av lóggávu um gransking, menning og nýskapan.
  • § 6. Málini sbrt. § 5 eiga m.a. at fevna um:
  • 1) karmar og kor fyri gransking, menning og nýskapan,
  • 2) játtan og fígging annars,
  • 3) átøk innanlands og uttanlands til at menna leiklut og støðu Føroya í altjóða samstarvi um gransking, menning og nýskapan,
  • 4) at útvega, útbúgva og menna fólk til gransking, menning og nýskapan og,
  • 5) at viðgera og samtykkja normar og vegleiðandi reglur sbrt. kapitli 5.
  • § 7. Ráðið ger árliga frágreiðing um gransking, menning og nýskapan í Føroyum við støðulýsing og meting av almennu gongdini í Føroyum og av støðuni í mun til altjóða samstarv, umframt tilráðingar í hesum sambandi. Frágreiðingin skal verða grundarlag fyri kunning og kjaki.
  • Stk. 2. Árliga frágreiðingin verður løgd fyri landsstýrismannin.
  • Stk. 3. Fyrisitingin, sbrt. § 15, veitir ráðnum stuðul og skrivarahjálp.
Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.