Granskingarnevndin
Verandi granskingarnevnd er tilnevnd fyri tíðarskeiðið september 2017 til august 2020. Nevndin hevur sjey limir, tveir av limunum sótu eisini undanfarna skeið. Til ber at vera í Granskingarnevndini tvey skeið á rað.
Mentamálaráðið hevur tilnevnt Wilhelm E. Petersen, ph.d. og stjóra á Vinnuháskúlanum til formann. Granskingarnevndin hevur síðani skipað seg við Eriku A. Hayfield sum næstforkvinnu.
Granskingarnevndin skal hittast regluliga á fundi, m.a fyri at viðgera umsóknir um stuðul og at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.
Yvirlit yvir nevndarlimir er her