Skriva út

Búmerkið

Búmerkið er bygt upp um navnið Granskingarráðið. Fyri at fáa orðið gransking at stíga fram, eru orðini gransking og ráð skild sundur við sjálvum merkinum. "Granskingar" stendur við grønum liti, meðan »ráðið« er í einum meiri nevtralum grátóna. Millum orðini er ein einføld mynd: Ein grøn bylgjut strika við einum gráum formi. Strembað er eftir, at búmerkið livir upp til virksemið hjá Granskingarráðnum.

Granskingarráðið hevur eina breiða kontaktflatu við samfelagið - bæði myndugleikar, granskarar, vinnulív og fólk sum heild - og tað skal gerast sjónligt. Dentur er lagdur á lyklaorð sum vøkstur, gróður og menniskjað. Búmerkið kann síggjast upp á fleiri mátar. Tað kann vera ein blóma. Tann grøna, bylgjuta strikan kann eisini síggjast sum eitt einstakt grasstrá, meðan tann grái parturin líkist einari hond. Samstundis hómast bæði eldur og vatn í forminum, og sostatt eru grundleggjandi frumevnini væl umboðað (eldur, luft, vatn og jørð).

Búmerkið strembar uppeftir, og tað ímyndar endamálið við allari gransking, sum er øktur kunnleiki og framburður fyri menniskjað. Tann grøni liturin umboðar saman við forminum vøkstur og gróður. Soleiðis verður granskingin fatað sum dynamisk og organisk: Ein partur av tí grógvandi lívinum, eins og endamálið hjá Granskingarráðnum er at fáa granskingina viðkomandi fyri samfelagið. Orðið Granskingarráðið er ein partur av búmerkinum.

Skriftin Garamond er klassisk. Hon ber boð um trúvirði, dygd og sakligheit.