Granskingargrunnurin og Granskingarráðið
Granskingargrunnurin er sambært løgtingslóg sjálvstøðugur stovnur, sum hevur til endamáls at stuðla gransking.
Granskingargrunnurin sum stovnur fevnir um Granskingarnevndina, skrivstovuna og Granskingargrunnin, haðani stuðul verður latin árliga. Vanliga verða hesi kallað Granskingarráðið.
Granskingarnevndin stjórnar Granskingargrunninum, viðger og tekur støðu til umsóknir um stuðul. Eisini hevur nevndin sum uppgávu at ráðgeva landsstýri og vinnu í granskingarpolitiskum spurningum.
Granskingarráðið er skrivstova hjá Granskingarnevndini.
Føroyska NCP-tænastan, sum er kravd í sambandi við granskingarsamstarvið við ES, er staðsett í Granskingarráðnum. EURAXESS tænastan, sum er kunningartænastu til granskarar, sum ynskja at koma til Føroya ella at fara út í heim at granska, er eisini staðsett í Granskingarráðnum.
Granskingarráðið kunnar um stuðulsmøguleikar úr Granskingargrunninum, Horizon 2020 og smærri grunnum, sum Granskingarráðið umsitur, vegleiðir umsøkjarum og umsitur játtaðar verkætlanir.
Granskingarráðið kunnar breitt um gransking, granskingarúrslit og annað umvegis heimasíðu, tíðindabræv og sosialar miðlar. Granskingarráðið skipar fyri ymsum tiltøkum, m.a. verkstovum fyri granskarar og árligu Vísindavøkuni, sum í stóran mun er uttanhýsis fíggjað.
Í fyrisitingini hjá Granskingarráðnum eru í løtuni fýra starvsfólk, sí her
Granskingarnevndin
7 limir eru í nevndini, sum verða tilnevndir fyri 3 ár í senn og kunnu ikki sita í nevndini longur enn 2 skeið í senn.
Landsstýrismenninir í ávikavist granskingarmálum, heilsumálum, vinnumálum og fiskivinnumálum tilnevna hvør sín lim, Føroya Arbeiðsgevarafelag tilnevnir 1 lim, og umboð fyri løntakarafeløgini tilnevna 1 lim. Harumframt tilnevnir landsstýrismaðurin í granskingarmálum ein lim, sum eisini er formaður í nevndini. Les meira um nevndina her
Yvirlit yvir nevndarlimir sæst her
Føroya Vísindaráð
Afturat hesum er Føroya Vísindaráð, sum orðar yvirskipaða granskingarpolitikk Føroya við felags hugsjón, sum fevnir um gransking, menning og nýskapan.
Í Vísindaráðnum eru: løgmaður, landsstýrismenninir í ávíkavist granskingarmálum, vinnumálum, innlendismálum, fíggjarmálum, fiskivinnumálum og heilsumálum, eitt umboð tilnevnt av Føroya Arbeiðsgevarafelag, eitt umboð tilnevnt av løntakarafeløgunum, eitt umboð tilnevnt av Fróðskaparsetri Føroya og tvey umboð fyri sektorgranskingarstovnar. Harumframt kann løgmaður tilnevna upp til 2 ráðslimir.
Skipanin við Vísindaráðnum verður eftirmett í løtuni, nýtt Vísindaráð er tí ikki tilnevnt enn.
Játtan
Tvær ymiskar játtanir eru á løgtingsfíggjarlógini til stovnin. Onnur játtanin - stovnsnummar 131184 - er til Granskingargrunnin. Hetta er peningurin, sum verður játtaður til granskingarverkætlanir. Hin játtanin - stovnsnummar 133015 - er til Granskingarráðið og tað er til rakstur av fyrisitingini, bæði av Granskingargrunninum og Horizon 2020 uppgávunum.
Konta: | 2010 | 2011 | 2012 | 2013 | 2014 | 2015 | 2016 | 2017 | 2018 | 2019 | 2020 |
131184 | 6930 | 6582 | 6582 | 6582 | 7000 | 6500 | 7500 | 7500 | 8300 | 8300 | 7500 |
133015 | 2499 | 2348 | 2348 | 2348 | 2348 | 2348 | 2348 | 2377 | 2432 | 2464 | 2519 |
Yvirlit yvir, hvør hevur fingið játtan úr Granskingargrunninum til verkætlanir síðani 1996, sæst her