Skriva út
Lagt út: 04.09.2020

Maria Skaalum Petersen fekk miðlaheiðursløn 2022

Á Vísindavøkuni 23. september varð kunngjørt, at Maria Skaalum Petersen fekk ársins miðlaheiðursløn. Hon fekk heiðurslønina fyri sítt áhaldandi arbeiði og kunning í sambandi við koronufarsóttina.

Ein dómsnevnd valdi, hvør skuldi heiðrast, útfrá fleiri góðum uppskotum, sum vóru komin inn. Í nevndini eru umboð fyri Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið. Í nevndini vóru Øssur Winthereig, Ingi Heinesen Højsted og Dagmar Joensen-Næs.

Við heiðurslønini fylgir ein gáva á 5.000 kr.

Øssur Winthereig segði soleiðis, tá hann avdúkaði, hvør fekk heiðurin:

”Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2022 verður latin Mariu Skaalum Petersen, ph.d., lektara í heilsuvísindum og granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum.

Dómsnevndin metir, at Maria Skaalum Petersen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.

Maria Skaalum Petersen hevur verið nógv frammi í miðlunum við nýggjastu granskingini um aktuell evnir á heilsuøkinum.  

Hon dugir sera væl at miðla sína gransking til almenningin á ein lætt skiljandi hátt og vísa á týdningin av granskingini í okkara gerandisdegi. Hon er kompetent og sannførandi í sínari miðling og ber sína vitan fram á ein gerandisligan og ótilgjørdan hátt.

Granskingarráðið hevur fingið fleiri tilmælir um at geva Mariu Skaalum Petersen miðlaheiðurslønina í ár.

Í tilmælunum stendur m.a.:

’Maria Skaalum Petersen hevur uppiborið hesa viðurkenning vegna hennara miðling av tí umfatandi gransking hon ger bæði innan Alzheimer, Parkinson, heilsuna hjá okkara elstu borgarum, og nú eisini stórverk um Covid-19.

Maria hevur verið frammi í miðlunum javnan, har hon hevur greitt frá sínari gransking á einum støði, sum fólk flest kunnu skilja og hevur dugað sera væl at víst á, hvussu henda gransking er viðkomandi og av týdningi fyri okkum her í Føroyum. Maria hevur greitt frá sínari gransking og gransking sum heild í nógvum ymiskum miðlum og pallum.’

‘Maria Skaalum Petersen hevur gjørt eitt megnar arbeiði fyrst og fremst við andevniskanningum, hon hevur saman við øðrum publiserað í hvussu so er 8 greinar um evnið í peer review tíðarritum og hevur verið frammi í føroysku miðlunum og sera greitt og hegnisliga greitt frá evninum.’

Við hesum skal eg vegna Granskingarráðið handa Mariu Skaalum Petersen Miðlaheiðursløn Granskingarráðsins 2022.”

Maria Skaalum Petersen takkaði fyri heiðurin og fegnaðist um viðurkenningina. Hon sendi eisini heilsan til starvsfelagar sínar, sum eiga lut í tí gransking, sum Maria hevur hevur framt og miðla.

Heiðursløn fyri góða almenna miðling av gransking

Talan er um heiðursløn, sum Granskingarráðið letur á Vísindavøkuni fyri at heiðra framúr góða almenna miðling av gransking.

Heiðurslønin er áður latin:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.