Vísindavøka 2020
Ársins Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum, í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum. Hetta er 13. árið á rað, at Vísindavøka verður hildin í Føroyum.
Orsakað av korona órógvinum verður Vísindavøkan bæði meira avmarkað og seinni enn vanligt, nevniliga fríggjadagin 6. november.
Evnið í ár er korona og farsóttir í víðastu merking. Okkurt annað evnið verður eisini á skránni.
Júst hvørji tiltøk kunnnu vera, valdast smittustøðuna í november.
Vísindavøku verður aftur á ferð 26. oktober- 4. november.
Vísindavøkublaðið kom út saman við Sosialinum 23. oktober.
Skrá fyri Vísindavøku á ferð og Vísindavøkuna sæst í vinstra bredda.
Alt hetta er eisini at finna á vísindavøka.fo
Tilfar frá farnum Vísindavøkum
Í vinstra bredda ber til at finna ymiskt tilfar frá undanfarnu tiltøkunum.
Eisini eru greinar og bløð, sum eru útgivin í sambandi við Vísindavøkuna at finna her