Vísindavøka 2019
Ársins Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum, í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum. Hetta er 12. árið á rað, at Vísindavøka verður hildin í Føroyum.
Vísindavøkan verður fríggjadagin 20. september frá morgni til seint seinnapart.
Evnið í ár er ARVUR.
Vit fara eisini at hava Vísindavøku á ferð aftur í vikunum uppundir Vísindavøkuna, hesuferð í einum broyttum líki.
Eitt serligt vísindavøkublað kom út saman við Sosialinum 6. september.
Skrá fyri Vísindavøku á ferð og Vísindavøkuna verður at finna í vinstra bredda.
Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.