Vísindavøka 2018
Ársins Vísindavøka verður í Sjóvinnuhúsinum, í hølunum hjá Fróðskaparsetrinum. Hetta er 11. árið á rað, at Vísindavøka verður hildin í Føroyum.
Vísindavøkan verður fríggjadagin 28. september frá morgni til seint seinnapart.
Vit fara eisini at hava Vísindavøku á ferð aftur í vikunum uppundir Vísindavøkuna, hesuferð í einum broyttum líki.
Eitt serligt vísindavøkublað kom út saman við Sosialinum 14. september.
Skrá fyri Vísindavøku á ferð og Vísindavøkuna er at finna í vinstra bredda.
Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.