Skriva út

Vísindavøkan 2016

Vísindavøkan 2016 varð hildin í Perluni, Reinsarínum og á Perlutorginum fríggjadagin 30. september. Hetta var 9. árið á rað, at Vísindavøka varð hildin í Føroyum.  

Á skránni vóru framløgur, framsýningar, tiltøk o.a. Framsýningar og tiltøk vóru skipað kring frumevnini eld, vatn, lut og jørð. Stuttar framløgur vóru í Pecha Kucha sniði um ymisk evni við Pokemón sum felagsnevnara. Um kvøldið var kvøldseta við tónleiki, framløgum, kjaki og ølsmakking.

Vísindavøkan var á ferð 19.-29. september. 

Ein greinarøð var í Dimmalætting og Sosialinum í sambandi við Vísindavøkuna.

Tilfar frá Vísindavøkuni 2016 er at finna undir hesum teigi og á vísindavøka.fo