Skriva út

Bogi Hansen, professari í havfrøði, fekk Miðlaheiðurslønina 2015

Heiðursløn fyri góða miðling av gransking

Granskingarráðið fer á Vísindavøkuni 2015 aftur at heiðra ein persón, sum hevur dugað serliga væl at miðla granskingarúrslit, hevur víst á týdningin av gransking ella á annan hátt varpað ljós á nyttuna av vísindum.

Heiðurslønin varð latin á fyrsta sinni í 2012, tá Dorete Bloch professari í lívfrøði fekk heiðurin og ein kekk á 5.000 kr. Í 2013 var tað Pál Weihe professari í fólkaheilsufrøði, sum fekk heiðurin, og í 2014 var tað Kári Sólstein journalistur.

Hvør kann verða heiðraður fyri góða miðling
Talan kann verða um granskara, miðalfólk ella annan, sum á greiðan og lætt skiljandi hátt hevur lýst granskingarúrslit og víst ávirkanina og týdningin av hesum í okkara gerandisdag. Hetta kann vera í útvarps- ella sjónvarpssendingum, í greinum, fyrilestrum, bókum, plakatum ella øðrum.

Granskarar verða oftast mettir eftir, hvussu dugnaligir teir eru at miðla vísindaliga, og hetta er sjálvsagt sera týdningarmikil partur av teirra starvi. Samstundis er tað tó greitt, at hendan miðlingin ofta er til aðrar granskarar og ikki til almenningin.
Tað krevjast aðrir og serligur førleikar at kunna meira alment um gransking og granskingarúrslit. Evnini eru ofta bæði umfatandi og torskild, so tað er neyðugt at duga at fortelja søgurnar einfalt og skipað, uttan at tær fyri tað missa sítt virðið.

Øll kunnu senda uppskot inn
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa heiðurin fyri bestu miðlingina av gransking fyri 2015. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví víðkomandi eigur at fáa heiðurin. Best er, um víst verður til greinir, bøkur, sendingar ella líknandi sum dømi um góðu miðlingina. Tað ber eisini til at senda slóðir til keldurnar.

Ein dómsnevnd við umboðum frá felagnum Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrinum og Granskingarráðnum fer at finna besta boðið millum innkomnu uppskotini. Vinnarin verður kosin á Vísindavøkuni 2015, sum verður fríggjakvøldið 25. september.

Dómsnevndin fer at meta innkomnu uppskotini út frá hesum evnum:

Miðling á einum høgum stigi til ein breiðan skara
Evnini at fanga fólk uttanfyri granskingarheimin og samstundis at varðveita eitt høgt fakligt stig innan gransking eins og miðling.

• Íkast til at økja um fatanina av gransking fyri samfelagið
Evnini til við greiðari miðling at økja um fatanina av, hvussu stóran týdning gransking hevur fyri samfelagið.

• Fangandi og kjakkveikjandi miðling
Evnini til at miðla á ein fangandi og kjakkveikjandi hátt og harvið vera við til at byggja brýr millum vísindaliga heimin og samfelagið annars.

Seinasta freist at senda uppskot inn um, hvør skal móttaka heiðurin, er 9. september 2015. Uppskot skulu sendast til Granskingarráðið á teldupost gransking@gransking.fo ella við brævi til Granskingarráðið, Bryggjubakki 12, Postrúm 259, 110 Tórshavn.