Skriva út
Lagt út: 10.02.2017

Vísindavøkan 2015

Vísindavøkan 2015 varð hildin í iNOVA fríggjadagin 25. september.

Á skránni vóru framsýningar, stuttar framløgur um ymisk evni, spurnakappingar og samvirkin tiltøk, har tey vitjandi kundu síggja, nerta við, spyrja og hoyra um gransking. Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, helt røðu. Um kvøldið var kvøldseta.

Á fyrsta sinni varð skipað fyri Vísindavøku á ferð, har stovnar, fyritøkur, skúlar, feløg o.ø. kundu bíleggja ein granskara at koma at halda fyrilestur uttan kostnað. Ein røð av fyrilestrum varð hildin kring alt landið.

Tilfar frá Vísindavøkuni 2015 er at finna undir hesum teigi og á vísindavøka.fo