Skriva út

Teknikapping fyri børn og ung – matur og gransking

Granskingarráðið skipar fyri teknikapping í sambandi við Vísindavøkuna 2013.

Evnið er matur og gransking og tekningarnar skulu á onkran hátt spegla hetta evnið.

Hví
Endamálið við kappingini er at kveikja áhugan millum børn og ung fyri gransking og útbúgving innan vísindi.

Ætlanin er at fáa børn og ung at seta orð og myndir á evnið mat og gransking. Hvat vita tey um evnið, hvørjar myndir síggja tey fyri sær. Hava tey nøkur góð hugskot til granskingarevni, t.d. í føroyskum rávørum.

Ætlanin er eisini at fáa børn og ung at koma á Vísindavøkuna at síggja allar innkomnu tekningarnar.

Seinni er ætlanin at leggja allar tekningarnar á Facebooksíðuna hjá Granskingarráðnum.  Við hesum vóna vit, at allir luttakarar, vinfólk teirra, foreldur, lærarar og onnur avvarðandi fáa høvi at síggja tekningarnar og fáa íblástur og hugskot til nýggjar tekningar ella prát um vísindi.

Hvør
Kappingin er í tveimum bólkum:
Børn frá 1. til og við 7. flokk
Ung í framhaldsdeild og á miðnámi, ella, um tey ikki ganga i skúla, til og við 19 ár.

Hvussu
Tekningarnar skulu vera á hvítum A4 pappíri. Tær kunnu vera í litum ella svart/hvítar. Navn og aldur skal skrivast týðuliga í niðasta høgra horni.

Navn, aldur, bústaður og møguliga nakrar reglur um tekningina skulu skrivast á pappír fyri seg, sum saman við tekningini skal sendast til Granskingarráðið við vanligum brævi til Granskingarráðið, Postrúm 259, 110 Tórshavn.

Nær
Freistin at lata tekningar inn er mánadagin 9. september. Ein dómsnevnd velur tríggjar tær bestu tekningarnar í hvørjum bólki.  Í dómsnevndini vera eitt listafólk, ein lærari og eitt umboð fyri Granskingarráðið.

Vinningar
Vinnarin í hvørjum bólki fær 1.500 kr., meðan nr.  2 og 3 fáa 500 kr. hvør. Harumframt fáa tey øll eina góða bók frá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Rættindi og persónsvernd

Granskingarráðið tilskilar sær rætt til frítt at brúka vinnaratekningarnar til ymisk ikki-vinnulig høvi, so sum á heimasíðuni, til prentað kunningartilfar o.l. Um ynski er um at brúka aðrar tekningar, spyrja vit um loyvi.

Navn og aldur á luttakaranum verður víst saman við tekningini. Aðrar persónsupplýsingar verða bert brúktar innanhýsis hjá Granskingarráðnum. Undantikið eru vinnararnir av samlaðu kappingini, sum verða bidnir um at koma á Vísindavøkuna, har virðislønir og skreytbløð verða handað.

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarførings farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarførings farspor.