Skriva út

Vísindavøkan 2013

Vísindavøkan 2013 varð hildin fríggjadagin 27. september í Østrøm.

Talið av vitjandi setti met, og afturmeldingarnar frá vitjandi og luttakarum siga, at børn og vaksin hugnaðu sær og fingu nógv við heim at hugsa um.

Fyrstu gestirnir stóðu klárir uttanfyri Østrøm, tá dyrnar lótu upp kl. 8. Omanfyri 850 fólkaskúla- og miðnámsnæmingar høvdu frammanundan boðað frá, at tey komu á Vísindavøku. Tað var tó skjótt greitt, at talið av vitjandi var mangt slíkt. Mitt fyrrapartin tusti inn við barnagarðsbørnum og fólkaskúlaflokkum, so tey sum stóðu á básunum og fyri tiltøkum høvdu úr at gera at svara spurningum og vísa fram.

Í fyrilestarhølinum vóru níggju framløgur, serliga ætlaðar miðnámsnæmingum. Magni Mohr legði út kl. 9. So nógv ynsktu at hoyra hansara framløgu, at hann noyddist at halda hana tvær ferðir á rað fyri fullsettum sali. Eisini til nógvar av hinum framløgunum var fullsett. 

Í stóru høllini høvdu granskingarstovnarnir allir básar við ymsum tiltøkum. Møguleiki var at royna at smakka og lukta ymiskt, at fáa mátað blóðsukur og feittprosent, at síggja, hvussu royndir av laksi og øðrum fiski verða tiknar, at síggja, hvussu lundaholur verða filmaðar og at síggja ymiskt undir sjóneyku, t.d. livandi tarvasáð.

Í miðrúminum stóðu lærarar og næmingar frá Studentaskúlanum í Hoydølum fyri einum tiltaki, sum hevði serliga stóran áhuga millum børnini. Her vóru royndir av nógvum ymsum slagi, millum annað við at lita sodavatn pink og blátt, við maizenablanding, sum bæði kundi verða føst ella flótandi, alt eftir trýsti. Eisini var eitt borð við uppgávum og øðrum til smærri børn.

Ein leyslig uppteljing av teimum, sum høvdu fráboðað luttøku og teimum flokkum og bólkum, sum til bar at seta tal á, vísti, at umleið 1500 fólk høvdu vitjað umleið kl. 12.30.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í granskingarmálum, setti Vísindavøkuna. Røðan hjá honum kann lesast her.

Aftaná vóru vinnararnir í teknikappingini avdúkaðir og virðislønir handaðar. Sí tekningar og grundgevingar her.

Høvi var at vitja nýggja granskarasetrð iNOVA. Tvær rundvísingar vóru og fleiri enn 100 fólk nýttu høvið at hoyra nýggja stjóran Janus Vang og Svein-Ole Mikalsen professara greiða frá arbeiðinum og møguleikum í húsinum. Eisini vóru Leif Sørensen og aðrir kokkar frá KOKS í nýggja køkinum og greiddu frá og bjóðaðu smakkroyndir.

Um kvøldið var fyrilestur undir heitinum “Plantur til matna: Hvat ber til í Føroyum” og matsmakking. Sigga Rasmussen og Gutti Winther leiddu gestirnar gjøgnum kvøldið við áhugaverdum hugleiðingum, frálíkum myndum og smakki. Afturvið fingu gestirnir høvi at royna nýggju ølina frá Føroya Bjór, sum varð bryggjað til oktoberfest tiltak.

Kvøldið endaði við, at ársins miðlaheiðursløn fyri framúr miðling av almennari gransking varð latin Pál Weihe. Les grundgevingarnar her.

Hildið verður, at samlaða talið av gestum lá omanfyri 2000 fólk. 

Tilfar frá Vísindavøkuni 2013 er at finna undir hesum teigi og á vísindavøka.fo

 

Innihaldið er ikki tøkt, tí tað hevur marknaðarføringar farspor, sum tú ikki hevur góðtikið. Trýst her fyri at góðtaka marknaðarføringar farspor.